Berlin, Týskland (Portalurin): - Hetta er fyrsti kappingardagur í EM-endaspælinum, har Frakland og Norðurmakedónia bresta saman, áðrenn vertirnir Týskland spæla móti Sveis frammanfyri metstórari áskoðarafjøld, 53.000.
Hetta er samstundis seinasti heili dagurin, har føroyska liðið kann fyrireika seg: Søguligi dysturin ímóti Slovenia er á skránni í morgin, og venjaratoymi og spælararnir skulu fínpussa ymiskt og finna rætta spenningsstigi.
Sí eisini (samrøður):
Peter Bredsdorff-Larsen: - Skulu betra um ymiskt áðrenn hósdagin
Teis: - Nú telja vit niður
Tróndur Mikkelsen: - Nú bíða vit bara at sleppa til Berlin
--
Spælari: Pauli Jacobsen
Tónleikur: Benjamin Rajani ("Á Sigursferð)
--
Hópurin kom uppá pláss í týska høvuðsstaðnum tíðliga seinnapartin í gjár. Síðani vóru matur, myndatøka og fundur á skránni áðrenn farið var í venjingarhøll, har liðið fyrireikaði seg nærri.
Teir í føroysku leguni hava allatíðina sligið fast, at man hugsavnar seg um Slovenia, ið er fyrsta mótsstøðuliðið. Seinnapartin skal føroyska liðið venja í stóru Mercedes Benz Arena (umleið 14.800 áskoðarapláss).
Sí eisini: Slovenia er darvað av skaðum
Fyrrapartin er ein tíðindafundur á skránni, og ymiskt tilfar verður harfrá. Fyrsti flogtúrur hjá Atlantic beinleiðis úr Vágunum til Berlin verður longu klokkan átta, og samanlagt vera fýra slíkir. Allir eru fullsettir, so føroyska fjepparainnrásin - sum á ein hátt byrjaði í dag - fær av álvara flog í morgin.
Sí eisini:
Ólavur á Skipagøtu: Abbasynirnir hóttu við ikki at spæla um eg ikki komi við
Alexandur Johansen: - Gleði meg at sita saman við øllum føroyingunum
Ítróttartoymið hjá Portalinum er komið til Berlin, og vit gera nógv burturúr EM-endaspælinum. Fylg við her á Portalinum.
Sí eisini: Vit eru við allan vegin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald