Annað

Seinasti heilsutúrurin hjá Hvistuni verður í morgin

Renna og ganga eina løtu seint fyrrapartin.

2020-11-27 19:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hjá Hvistuni verður um vikuskiftið seinasti heilsutúrurin í 2020 á skránni.

Heilsutúrurin hesaferð verður frá Keyp hjá D.J. Vilhelm í Vági, har tað verður eins og áður runnið ella gingið í 15 minuttir og síðani vent og so heim aftur.

Eftir túrin, verður kaffi, frukt og annað gott, eins og at drigið verður um eitt gávukort.

[object Object]

Túrarnir í heyst, sum Hvistan hevur fyriskipað, hava verið sera væl umtóktir, har serliga felagsskapurin hevur verið góður saman við rørsluni, sum er so týdningarmikil sum ongantíð áður. 

Tað verður byrjað klokkan 11 í morgin og øll eru aftur klokkan 11.30, tá ið hugni og vinnarin av gávukorti verður funnin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder