Fótbóltur

Seinasti maður kiksaði - Villareal vann søguligan sigur

Ikki fyrr enn í 22. brotssparki varð Europa League finalan avgjørd. David de Gea var einasti maður, ið kiksaði.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-27 06:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Europa League finalan, sum í gjárkvøldið varð spæld millum Mancheste United úr Onglandi og Villareal úr Spania gjørdist ein drúgvur dystur.

Tað stóð á jøvnum, 1-1, tá dómarin bríkslaði dystin av. Í longdu leiktíðini kom onki mál, og so varð farið undir brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara.

Og tað helt fram við at standa á jøvnum. Tí øll brotsspørkini vórðu sett í kassan. Líka til seinasti maður á vøllinum skuldi royna seg frá 11-metra blettinum.

Tað var spanski málmaðurin hjá Manchester United, David De Gea, sum skuldi sparka. Sjálvur hevði hann ikki verið í nærheitini av at bjarga nøkrum av teimum 11 brotsspørkunum har hann stóð í málinum, og hann tyktist ikki vera álvuligur við støðuna, tá hann skuldi sparka – tí allir leikarar skulu sparka áðrenn nakar av spælarunum sleppur at skjóta aðru ferð í slíkum kappingim.

Málmaðurin á spanska liðnum, Gerónimo Rulli úr Argentina, kundi lættliga blaka seg til sína vinstru síðu og bjarga skotinum. Og so kundi spanska liðið í gulum troyggjum, sum eisini verður kallað Yellow Submarine, kjósast sum vinnari í fyrstu Europa League finaluni, ið liðið hevur luttikið í.

Gott 50.000 fólk
Villareal er ein lítil býur, sum liggur nærhendis eysturstrons Spania, beint norðan fyri Valencia. Í býnum búgva ikki fleiri fólk, enn tað búgva í Føroyum, og tað er tí sera óvanligt at eitt lið frá einum so lítlum býi vinnur eina stóra evropeiska fótbóltskapping.

Fjórða ferðin hjá Emery
Hóast hetta var fyrsta ferð, at Villareal vann slíka kapping, so var tað avgjørt ikki fyrsta ferðin hjá venjaranum, Unay Emery. Tríggjar ferðir fyrr hevur hann verið við til at vinna Europa League – tað var við felagnum Sevilla.

Emery kom eisini í finaluna meðan hann var venjari hjá Arsenal í Onglandi. Tað er einastu ferð, tað ikki eydnaðist honum at vinna hesa finaluna.

Knapt 10.000 áskoðarar høvdu høvi at vera til staðar á Stadion Miejski í pólska havnarbýnum Gdansk, sum hýsti finaluni í ár.

Hóast Manchester United hevði tað mesta av spælinum var tað Villareal, sum kom á odda, tá Gerard Moreno fangaði eitt fríspark inn í brotssteigin og legði spanska liðið á odda.

Tíggju minuttir inn í annan hálvleik eydnaðist tað United at javna. Tað var veteranurin, Edinson Cavani, sum skoraði eftir hornaspark. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder