Í gjár luttóku átta íðkarar hjá Taekwondo felagnum Hwarang Føroyar í NM í norska høvuðsstaðnum Oslo, og eydnaðist tað seks teirra at vinna sær heiðursmerki.
Talan er um tvey gull- og fýra bronsuheiðursmerki, skrivar felagið á Facebook.
Tað vóru Noomi Kunoy Heradóttir, sum kappaðist í veteran-bólkinum undir 57 kg, og Markus Vazques, sum kappaðist í junior-bólkinum undir 51 kg, sum gjørdust NM-meistarar og tryggjaðu sær gullheiðursmerki.
Dávid á Lakjuni (senior undir 58 kg), Signar Hansen (junior undir 63 kg), Oda Weihe (junior undir 55 kg) og Jógvan á Lakjuni (cadet undir 37 kg) fingu øll bronsuheiðursmerki.
Boas Høgnesen kappaðist í junior-bólkinum undir 59 kg, og Høgni Kunoy Dávason kappaðist í junior-bólkinum undir 63 kg, og endaðu báðir sum nummar fimm.
Kelda: sportdata.org
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald