Tá DM í gonguløgum fyri íslandsross byrjar í morgin, eru helst fleiri ross og reiðfólk umboðandi Føroyar, enn nakrantíð fyrr.
Talan er um tær tríggjar Elin V. Tindskarð, Rakel B. Tindskarð og Rebekku D. McBirnie ið skula royna seg. Elin V. Tindskarð er von at vera til tílíkar kappingar og er heilt greitt tað besta boðið uppá eina góða plasering av føroysku reiðkvinnunum. Elin V. Tindskarð sigur sjálv at hon seinastu tíðina hevur vant miðvíst móti DM og at hon fer at gera sítt ítarsta og eru vónirnar á heilt góðari leið. Hon kappast við trimum rossum, Greta frá Ausviga, Bassa frá Tindsgarði og Hlekkur frá Thingnesi. Elin V. Tindskarð vann eina grein á IceHorseFestival í Herning í vetur, tað var við Gretu frá Ausvigu (myndin).
Rakel B. Tindskarð luttekur við tveimum rossum, Stormur frá Háholti og Kjarnorka frá Tindsgarði. Rakel B Tindskarð er ung og sera evnarík og verður spennandi at fylgja hana framyvir. Rebekka D. McBirnie luttekur við ryssuni Dorit frá Gauksmýri, hetta er fyrstu ferð hon er við til DM í sport, men hon luttekur í einari roynd at klára krøvini at koma til HM í Berln seinni í summar. Rebekka D. McBirnie hevur seinasta árið burturav arbeitt við rossum, men ætlanin er at fara undir lestur í heyst.
Kappingin er í Herning, hon byrjar sum nevnt í morgin og endar við finalum sunnudagin, skrivar heimasíðan hjá Ríðisambandi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald