Annað

Serena Williams fær stóra bót fyri at oyðileggja tennisbana

Amerikanski tennisleikarin skal rinda 66.500 kr. í bót fyri at sláa ketsjaran í vøllin.

Serena Williams

Serena Williams

2019-07-09 15:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Serena Williams luttekur í hesum døgum í stóru tenniskappingini Wimbledon Open. Sjey faldi Wimbledon meistarin bankaði mánadagin mótstøðuleikaran, men tað er ikki tað einasta hevur bankað í samband við ársins kapping.

Áðrenn kappingina bankaði Serena Williams ketsjara sín eitt sindur ov hart niður á tann eina tennisvøllin í WImbledon. Og hetta verður hon nú revsað fyri.

Williams hevur nú fingið bót áljóðandi 10.000 dollarar – ella 65.500 krónur, fyri at oyðileggja banan, skrivar AP.

Tað er ikki vist júst hví Williams gjørdist so óð í samband við venjingina upp til kappingina, men sagt verður, at tað var á einum bana, sum verður brúktur í sjálvari kappingini.

Serena Williams hevur spælt seg til fjórðingsfinaluna í kappingini. Og við at røkka fjórðingsfinalunum hevur hon longu vunnið sær 2,5 mió. kr. í ársins kapping.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder