Annað

Serena Williams ov stutt í Wimbledon

Hon gjørdi comeback á Centre Court í gjárkvøldið, men 44 ára gamli veteranurin tapti móti ungum avstraliara.

(Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Henry Nicholls/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-01 10:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Serena Williams spældi týskvøldið fyrsta einmansdystin síðan september 2022. Hon tapti í fyrsta umfari í Wimbledon móti 20 ára gomlu Maya Joint.

Dysturin mátti út í eitt triðja sett, men 44 ára gamli veteranurin mátti boyggja seg til síðst á Centre Court.

Aldursmunurin gjørdist avgerandi, tí fima unga mótstøðukvinnan elvdi Williams trupulleikar og hetta serliga í langu dystunum. Kortini noktaði Williams at geva upp og í øðrum setti var neyðugt við tie-break fyri at finna ein vinnara.

Í triðja setti bleiv munurin størri og avstralska Maya Joint fór avstað við sigrinum.

Williams - Joint 1-2
Fyrsta sett 3-6
Annað sett: 7-6 (8-6 í tiebreak)
Triðja sett 3-6

Hetta er kortini ikki endin hjá vinnaranum av 23 grandslam heitum í einmansleiki og 14 í tvíleiki á hesum sinni. Serena Williams gjørdi 9. juni comback í tvíleiki og vann tá ein dyst saman við Victoria Mboko. Seinni í vikuni fer hon at spæla tvíleik við systrini Venus Williams.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder