Oyggjaleikir 2019

Seta kós móti Gibraltar

Leikirnir verða settir leygardagin, og byrja veruliga sunnumorgunin.

2019-07-04 13:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Oyggjaleikahópurin setur nú kós móti Gibraltar. Talan er um eitt flogfar hjá Atlantsflog, sum umvegis Dublin flýgur til flogvøllin á hálvoynni, sum verður karmur um oyggjaleikirnar næstu dagarnar.

94 ítróttarfólk úr Føroyum eru við á ferðini og luttaka í tíggju ítróttargreinum.

Setanin verður leygardagin og sunnudagin byrja kappingarnar.

Portalurin hevur trý fólk við á ferðini, og hetta fer sjálvsagt at merkja tíðindaflutningin næstu dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder