Annað

Setti nýtt føroyskt met í 200 metrar renning

Margit W. Frímundsgóttir rann 200 metrar uppá 26,57 sekund.

Margit W. Frímundsdóttir (t.v.) (Mynd: Bjørg Svabo)

Margit W. Frímundsdóttir (t.v.) (Mynd: Bjørg Svabo)

2019-05-27 11:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Margit W. Frímundsdóttir er skjótasta kvinna í Føroyum í 200 metrar renning. Tað prógvaði hon enn eina ferð leygardagin, tá hon setti enn eitt føroyskt met á teininum.

Umstøðurnar at kappast vóru góðar leygardagin og tað sást aftur í úrslitunum í BEtri Stórkappingini, sum varð hildin á Tórsbreyt.

Føroyska metið varð sett, tá Margit W. Frímundsdóttir rann teir 200 metrarnar uppá 26,57 sekund í góðkendum vindi. Metið frammanundan, sum var 26,82 sekund, átti hon sjálv. Tað setti hon á Oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017, skrivar Fræslur Ítróttur Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder