2019-01-18 07:51
Danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki, sleppur ikki at verja sítt meistaraheiti í grand slap-kappingini Australian Open.
Í morgun tapti hon í trimum settum, 4-6, 6-4, 3-6 móti russisku Mariu Sharapova.
Í tætta og spennandi dystinum á Rod Laver Arena, var russarin tann sterkasta í triðja og avgerandi settinum.
Sharapova kann nú gera seg til reiðar at spæla áttandapartsfinalu. Tað verður móti Ashleigh Barty úr Avstralia, sum vann sín dyst móti Mariu Sakkari út Grikkalandi í tveimum settum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald