Vit skulu heilt aftur til kappingarárárið 1902-1903 fyri at finna seinasta liðið, sum ikki megnaði at vinna í teimum fyrstu 17 umførunum í fremstu ensku deildini. Tað var Bolton Wanderers. Nógv er broytt síðani tá, men fleiri lið hava staðið seg heilt illa í "First Division/Premier League".
Í september 2007 skoraði Kenny Miller einsamalla málið á Pride Park, tá Derby vann á Newcastle - tað var fyrsti sigur í kappingarárinum hjá uppflytaranum. Teir seinastu 32 dystirnar í kappingarárinum fór Derby av vøllinum uttan at vinna, og samanlagda stigatalið varð bara 11 stig, ið er tað lægsta í Premier League nakrantíð. Í 2012 spældi QPR 16 teir fyrstu dystirnar uttan at vinna. Í seytjandu royndini, beint fyri jól, eydnaðist tað hjá liðnum hjá Harry Redknapp at fáa trý stig til høldar í einum og sama dysti.
Ongantíð áður er 2. jóladagur farin framvið, áðrenn eitt lið hevur roynt at vunnið í fremstu deildini. Sheffield United er í einari heilt serliga støðu í ár. Liðið, sum tók øll á bóli fyrsta partin av kappingini í fjør og endaði á 9. plássi, hevur nú spælt 17 dystir í Premier League 2020/2021 og tapt 15 teirra. Hinir báðir eru endaðir við javnleiki, og tískil hevur Sheffield bert tvey stig.
Eze stór púra sjálvur fyri 2-0 málinum (Myndir: EPA)
Í dag tapti eitt tannleyst Sheffield United-lið 2-0 í London fyri Crystal Palace. Bæði málini á Selhurst Park komu í 1. hálvleiki. Longu eftir tríggjar minuttir beindi Jeffrey Schlupp bóltin í málið hjá Sheffield, eftir at Benteke hevði prikað bóltin til hann. Schlupp noyddist út við skaða stutt fyri hálvleik, men hansara avloysari Eberechi Eze skoraði stutt seinni eitt frálíka einstaklingamál. Leikarin, ið kom frá QPR í summar, fekk bóltin inni á egnari hálvu, tók sakina í egnar hendur, og skeyt bóltin róliga og heilt væl niður í longra málhorn av brotsteigarmarkinum.
Nú eru tólv stig upp til bjargingina hjá Sheffield, so nógv skal henda. Brighton á 17. plássi fekk bjargað sær eitt stig fyrr í kvøld í undirhaldandi dysti á The Amex. Wolves var á odda 3-1, men heimaliðið fekk tvey mál eftir steðgin. Arsenal er í løtuni á odda 2-0 á The Hawthorns eftir sannførandi avrik í 1. hálvleiki.
Premier League
17. umfar - 2. januar
Tottenham - Leeds 3-0 (2-0)
29' Harry Kane (br.) 1-0
43' Heung-Min Son 2-0
50' Toby Alderweireld 3-0
Crystal Palace - Sheffield United 2-0 (2-0)
4' Jeffrey Schlupp 1-0
45' Eberechi Eze 2-0
Brighton - Wolves 3-3 (1-3)
13' Aaron Connolly 1-0
19' Romain Saiss 1-1
34' Sjálvmál 1-2
44' Ruben Neves 1-3
65' Neal Maupay 2-3
70' Lewis Dunk 3-3
(20.00): West Bromwich - Arsenal (0-2)
í gjár - 1. januar
Everton - West Ham 1-0 (0-0)
86' Tomas Soucek
Manchester United - Aston Villa 2-1 (1-0)
40' Anthony Martial 1-0
58' Bertrand Traore 1-1
61' Bruno Fernandes 2-1 (br.)
Støðan - flestu liðini hava spælt 16 dystir
1. Liverpool 33 stig
2. Manchester United 33 stig
3. Tottenham 29 stig
4. Leicester 29 stig
5. Everton 29 stig
6. Chelsea 26 stig
7. Aston Villa 26 stig *
8. Manchester City 26 stig **
9. Southampton 26 stig
10. West Ham 26 stig **
11. Leeds 23 stig ***
12. Wolves 22 stig ***
13. Arsenal 20 stig
14. Crystal Palace 22 stig ***
15. Newcastle 18 stig *
16. Burnley 16 stig *
17. Brighton 14 stig ***
18. Fulham 11 stig *
19. West Bromwich 7 stig
20. Sheffield United 2 stig ***
*Ein dyst færri
** Tveir dyst færri
*** Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald