Annað

SÍ er steypavinnari hjá kvinnum

Sørvágskvinnur vunnu eina spennandi finalu á favorittunum úr Klaksvík eftir fimm sett..

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-02-22 16:06 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Stóri steypafinaludagurin í flogbólti er í Høllini á Hálsi í dag. Bæði hjá kvinnum og monnum eru tað Mjølnir og SÍ sum hittast í finaluni.

Tað var SÍ sum byrjaði fyrsta sett betri, og førdi tað mesta av settinum. Men Mjølnir kom afturíaftur og fekk spenning í fyrsta sett. Men tað var SÍ sum dróg tað longra stráði og vann fyrsta sett 25-23.

Tað vóru kvinnurnar úr Klaksvík sum byrjaðu næsta sett betri, og førdi stóran part av settinum, men eins og í fyrsta setti, so kom spenningur í ímóti endanum av settinum, har bæði liðini høvdu sett bóltar. Men tað var Mjølnir sum vann settið 25-27. 

Mjølnir byrjaði eisini triðja sett betri, men sí tók yvir tá tær fyri fyrstu ferð í settinum løgdu seg á odda 10-9. SÍ megnaði at halda eina leiðslu á tvey-trý stig restina av settinum, og vann at enda triðja sett 25-22.

Mjølnir javnaði til 2-2 við at vinna fjórða sett greitt. Mjølnir var greitt omaná tað mesta av fjórða settið, har tær eitt skifti førdi við átta stigum. Mjølnir vann fjórða sett 19-25.

SÍ byrjaði fimta sett sera gott, og var omaná alt settið, sum tær vunnu greitt 15-6, og harvið dystin 3-2, og gjørdist harvið steypavinnari annað árið á rað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder