Annað

SÍ nærkast toppinum eftir 3-2 sigur á Fleyr

Oddaliðið Dráttur fekk harða mótstøðu frá KÍF.

(Mynd: SÍ)

(Mynd: SÍ)

2023-12-07 10:16 Author image
Innsent
placeholder

Føroya Tele-deildin, kvinnur: 

SÍ – Fleyr 3-2 (16-25, 25-17, 27-29, 25-15, 15-13)
Framúr undirhald var í Sørvági, tá SÍ vann 3-2 á Fleyr, og brádliga eru sørvingar farnir at trúgva upp á finalupláss, tí nú er Fleyr á øðrumplássi bara trý stig frammanfyri.

Tó var ikki nógv sum bendi á spennandi dyst í gjárkvøldið, tá Fleyr hevði vunnið fyrsta sett 25-16. Frá at hava verið aftanfyri 6-4, vann Fleyr seks stig á rað, og helt síðani tørn. 

Men alt broyttist í øðrum setti. SÍ legði seg tíðliga trygt á odda, og tá Fleyr nærkaðist eitt sindur við 11-16, vann SÍ sjey stig á rað, og so var tað settið komið undir land.

Settúrslitið 29-27 til Fleyr sigur beinanveg, at triðja sett var øgiligt. SÍ iðrar seg tó um, at sjeystigaleiðslan upp á 15-8 fór fyri skeytið, og at settið varð tapt. SÍ legði bragdliga fyri og fór frá 3-4 upp á 11-4 í einum háli, og av teimum átta servunum hjá Ingu Helenu Henriksen vóru ikki færri enn fýra ess. Fleyr fekk tó samband aftur, og minkaði um munin til 13-15, áðrenn SÍ svaraði aftur og legði seg á odda 18-13.

Men fimm bóltar seinni var javnt, 18-18. Fleyr hevði nú yvirtakið og legði seg á odda 24-20, men SÍ yvirlivdi teir fýra settbóltarnar og fekk sín egna við støðuna 25-24. Tann settbóltin yvirlivdi Fleyr og aftur tá SÍ hevði settbólt við støðuna 26-25. Síðan átti Fleyr tørn við settbóltum; tann fyrsti  við 27-26 varð ikki gagnnýttur, men loksins eydnaðist Fleyr at vinna settið 29-27, eftir at SÍ ikki rættiliga fekk bilbugt við servuni frá Brynju Jákupsdóttir.

Fjórða sett var SÍ frammanfyri settið á tamb, men settið var tó ikki avgørt, tá Fleyr minkaði um munin til 14-17. Men síðan gekk skjótt. Paula N. Joensen gjørdi tað til 18-14 til SÍ við diagonalum smassji, og so servaði nýggi brasilski hevarin Rhilari da Silva SÍ upp á 24-14, áðrenn settið varð vunnið 25-15.

Í javnbrótaranum gekk javnt á, og ongantíð vóru meira enn tvey stig á muni, og javnt var við 3-3, 5-5, 6-6, 8-8, 12-12, og 13-13. Tá átti Fleyr servuna, men ólukkutíð fyri Fleyr varð dømt fyri uppstillingarfeili, og so átti SÍ dystarbólt. Tanja Falkvard helt høvdið kalt, og avgreiddi servuna væl, og tá so bólturin kom yvirumaftur, hevaði da Silva elegant afturum seg til Sofíu Weihe Simomsen, sum smassjaði sigurin til SÍ.

Við sigrinum er SÍ nú bert trý stig eftir Fleyr á øðrumplássi, sum gevur finalupláss um føroyameistaraheitið. Hóast sigurin iðra sørvingar seg um mista triðja settið, sum tóktist at vera komið í pottin. So var SÍ kanska bara eitt stig eftir Fleyr. Sum skilst, er meira útlendskur styrkur á veg til SÍ, og bíðað verður bert eftir at loyvum. Er talan um munandi styrk, so verður SÍ ikki lætt hjá hinum at strúka, tað sum eftir er av kappingini.

 KÍF – Dráttur 1-3 (18-25, 24-26, 25-23, 17-25) 

Einaráðandi oddliðið, Dráttur, fekk dygga mótstøðu í Kollafirði í gjárkvøldið, og tað var um hár gjørt, at KÍF ikki stóð eftir við einum stigi. Hetta var fyrstu ferð at Dráttur ikki vann 3-0 síðan fyrsta dyst teirra í kappingini, tá Dráttur vann 3-2 á Fleyr.

Leiðslan, sum KÍF vann sær tíðliga í fyrsta setti, helt til 10-9, tá Dráttur javnaði, og eftir 13-13 fór KÍF at dragna, og Dráttur vann 25-18.

Dráttur var aftur væl við í øðrum setti, men hesa ferð alt settið, sum tó koppaði til Drátt. Eftir at hava verið aftanfyri 15-20, kom KÍF afturíaftur og legði seg á odda 21-20 og 22-21. Men Dráttur fekk tó settbólt, og hóast KÍF yvirlivdi tveir, so gagnnýtti Dráttur sín triðja og vann 26-24.

Tapta settið heldur stimbraði enn køvdi KÍF í triðja setti, sum tað eydnaðist at vinna 25-23. Grundin var løgd tíðliga, tá KÍF fór frá 2-2 upp á  9-2 eftir servur frá Tordis Sigurbjørnsdóttir. Umframt servurnar vóru bæði verja og blokkur góð hesa løtuna. Dráttur togaði seg spakuliga innaftur í settið og minkaði um munin til 19-21, men KÍF helt høvdið kalt og hevði tunguna mitt í munninum og vann sær fýra settbóltar við støðuna 24-20. Tríggir teir fyrstu vórðu ikki gagnnýttir, men so vunnu Sesilia Johnsdóttir Prior og Tordis Sigurbjørnsdóttir í blokkinum á Terezu Kerpcarová hjá Drátti, og settið 25-23.  

Í fjórða sett hvarv spenningurin í dystinum tó skjótt aftur, tá Dráttur hevði lagt seg á odda 10-3. Munurin minkaði nakað, niður í 15-12, men so dró Dráttur frá aftur og vann settið sannførandi 25-17.

Dráttur er greitt á odda í deildini, og hevur vunnið 20 av 21 møguligum stigum.

Í kvøld kl. 19 spæla Ternan og Mjølnir. Fyri dystin hevur Ternan einki stig, og Mjølnir hevur trý.

Støðan í Føroya Tele-deildini, kvinnur:
Dráttur 20 stig
Fleyr 14 stig
SÍ 11 stig
TB 9 stig
KÍF 6 stig
Mjølnir 3 stig
Ternan 0 stig

Mjølnir hevur spælt fýrs dystir, TB og Ternan 5 meðan hini hava spælt 7 dystir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder