Hjá kvinnum var Mjølnir rímiliga greitt omaná samanlagt og vann 3-1 við Tjarnir
Myndir: Mjølnir endurvann steypið
Hinvegin skuldu fimm sett til fyri at finna steypavinnaran hjá kvinnum, og tað vóru at enda føroyameistararnir úr Sørvági.
Fuglfirðingar góvu tó SÍ skarpan gang, og eina løtu var ÍF av álvara á veg móti sínum fyrsta steypið síðani 2021: Eftir triðja sett var 2-1 til ÍF.
![]()
![]()
![]()
Eina løtu vóru teir í reyðum av álvara omaná (Myndir: Jens Kr. Vang)
ÍF spældi væl við millum annað Hákuni Nón á odda. Men sum fjórða sett leið vann SÍ sær fyrimunin við klókum spæli.
Tað eydnaðist sørvingum at sigra í fjórða setti (25-22), og í fimta og avgerandi settinum var SÍ eisini omaná.
![]()
Sørvingar kundu at enda sigra við Tjarnir (Mynd: Jens Kr. Vang)
Fleiri myndir og annað seinni
Bónus steypafinala hjá monnum:
ÍF-SÍ 2-3
23-25, 25-17, 25-21, 22-25, 12-15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald