2024-02-24 11:13
U16 dreingirnir hjá SÍ tóku annað gullið til Sørvágs í gjárkvøldið, tá teir sannførandi funnu 2-0 á ÍF.
Somu feløg hittust í U16 finaluni, sum í U19 finaluni fyri dreingir, sum var fysta finalan ta kvøldið.
Talan gjørdist ikki um ein serliga spennandi dyst. Her vóru sørvágsdreingir ov sterkir fyri fuglfirðingar, sum ongantíð funnu leistin til at svara sannførandi SÍ liðnum aftur.
Á Sí liðnum var tað serliga Lukas Poulsen, sum vísti framúr leik, og varð hann eisini valdur til besta leikara í dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald