Annað

SÍ vann fimmsettara ímóti ÍF í oddadystinum í Bónus-kappingini

Bónus-kappingin, menn: SÍ – ÍF 3-2 (25-12, 25-21, 20-25, 23-25, 15-12).

(Mynd: SÍ)

(Mynd: SÍ)

2024-01-22 08:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flogbóltssamband Føroya: Árligi “SÍ-dagurin” var í Sørvági sunnudagin, har SÍ hevði boðið til flogbólt og hugna við tombola og øðrum, og um spenningur er hugnaligur, so fingu áskoðararnir eina sera hugnaliga løtu í dystinum um fyrstaplássið í bólkaspælinum í steypakappingini.

Einki var, sum bendi á fimmsettara, tá SÍ eftir 15 minuttir hevði smurt ÍF av í fyrsta setti. Leikandi venjarin hjá SÍ og besti servarin í kappingini, Cristiano Rodrigues Campos, fór at serva við støðuna 1-1 og við m.a. fýra essum á rað, gjørdist støðan 9-1. Campos hevði eitt servi-show aftrat frá 18-7 til 23-7, men hesa ferð kortini bara við einum essi.

Annað sett gjørdist tó nógv javnari, men Campos og hansara servur vóru aftur avgerandi, tá ið SÍ fór frá 12-11 til 16-11. ÍF fekk tó samband aftur og minkaði um munin niður í 19-20 og 20-21, men SÍ hóraði undan og vann 25-21.

Eftir at hava verið frammanfyri mest sum alt triðja sett, mundi ÍF mist takið, tá ið SÍ minkaði um munin frá 11-15 til 15-16, men so smassjaði Vuc Ilic í blokkin og út og fór síðani sjálvur at serva. Við sterkum blokki vann ÍF næstu fýra stigini og legði seg á odda 21-15, og eftir hetta kom settið ongantíð í vanda.

Tá ið SÍ legði seg á odda 7-2 í fjórða setti, sá út til, at tað bara var tað “typiska triðja settið”, sum ÍF vann, men fuglfirðingar megnaðu at venda dystinum og leggja seg á odda 13-10. SÍ javnaði tó aftur til 20-20, men tríggir bóltar á rað til ÍF gjørdust avgerandi, tó at SÍ kom upp á 23-24, áðrenn tað eydnaðist ÍF at vinna 25-23 við triðja settbóltinum, eftir at Vuc Ilic í tveimum førum hevði blokkað.

Í javnbótaranum skiftust liðini um at vera á odda, áðrenn støðan gjørdist 11-11, tá ið SÍ vann tríggjar bóltar á rað og legði seg á odda 14-11. Tóki í Haraldstovu, sum hevði spælt ein brand dyst fyri SÍ, átti stóran leiklut í hesum trimum stigunum. Dystarbóltin slóg Hjørtur Joensen í blokaduna og út til 15-12.


Fleyr – Ternan 3-0 (25-18, 25-23, 25-12)
Við nýggju monnunum úr kanada, er Ternan eitt heilt annað lið enn áðrenn og megnar at geva hinum mótstøðu, hóast tað enn restar eitt sindur í at vinna dystir. Hjá Fleyr spældu Dávið Ryan og veteranurin Suni Juul Pedersen við fyri fyrstu ferð í ár.

Fleyr legði seg greitt á odda 15-9 í fyrsta setti, men Ternan minkaði um munin til 14-15, áðrenn Fleyr so líðandi dró frá aftur og vann 25-18.

Í øðrum setti var Ternan leingi á odda, til Fleyr javnaði til 14-14 og fór framum 17-14 og 21-17. Ternan kom tó afturíaftur og javnaði til 23-23. Erich Perau hjá Ternuni vísti sínar dygdir hesa løtuna, men smassjið í settbóltinum tapti hann tó fyri blokaduni hjá Suna Juul Pedersen.

Í triðja setti var Ternan fyri ongum, og eftir 19 minuttir kundi Mattias Nolsøe Isaksen smassja sigurin heim til Fleyr, sum vann sítt sætta stig á rað og gjørdi tað til 25-12.


Støðan í Bónus-kappingini, menn:

[object Object]

Fýra tey fremstu møtast í hálvfinalunum í Klaksvík leygardagin 10. februar, har nr. 1 spælir ímóti nr. 4 í aðrari hálvfinaluni, og nr. 2 og 3 møtast í hinari. Finalan í steypakappingini verður í høllini á Hálsi 24. februar.

Komandi dystir í Bónus-kappingini:
24. januar: Ternan - Mjølnir
26. januar: Fleyr - SÍ
28. januar: SÍ - Ternan
28. januar: ÍF - Mjølnir
29. januar: ÍF – Fleyr

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder