Undan steypafinaluni hjá kvinnum varð lagt upp til ein sera spennnandi dyst. SÍ vann trygt 3-0 í Sørvági, tá liðini hittust sunnudagin. Men tað er bert eitt stig, sum skilur liðini í Meistaradeildini, og tað gjørdist í dag sjón fyri søgn, at talan er um tvey javnt góð lið.
Tað gjørdist talan um eitt ógvuliga spennandi fyrsta sett. SÍ hevði munin fyri tað mesta, og tyktist at fáa sítt spæl at koyra rímiliga væl. Men Fleyr stríddist væl og helt tað tætt. Fleyr koyrdi fyri tað mesta við bert einum leikara í blokkinum, og í álopinum var tað nógv ígjøgnum miðjuna og Súsonnu S. Ludvig. Anja Danielsen sat uttanfyri við skaða , og hetta gjørdi, at Fleyr iki kundu hótta eins nógv á kantinum. Hetta var gjøgnumgangandi fyri dystin. Sørvágskvinnur gjørdu nakrar feilir, ið kostaðu 1. sett. Fleyr-leikararnir tóku av og avgjørdu setti.
Søgan var tann saman í 2. setti. SÍ hevði munin við nøkrum stigum, men megnaði ikki at halda fast. Móttøkurnar vóru ikki nóg góðar, og Fleyr vísti aftur vilja. Í 3. setti byrjaðu tær í bláum betri, men hesaferð ressasust sørvágskvinnur og tóku fullkomiliga yvir sum settið leið.
SÍ tók yvirvágina inn í 4. sett og við góðum flogbóltsspæli settu tær í grønum Fleyr uppá pláss. Tær á Fleyr-liðnum sóu heldur skakaðar út, men reisti seg ígjøgnum settið. Tá var tað tó ov seint, SÍ vann annað setti á rað 25-18, og syrgdi fyri at dysturin fór út í eitt 5. sett.
SÍ var á odda 8-5, tá liðini skiftu síðu, men so skifti yvirvágin. Sørvágskvinnur fingu ikki sett álopini upp, og Fleyr kom uppá 12-10. Tá tók Annika á Stongum time-out. Spenningurin var ógvuliga høgur, og tað kókaði í høllini, og SÍ fór innaftur á vøllin og skoraði fimm stig á rað og tryggjaði sær sítt fyrsta steypagull síðani 2010.
Seinasta slagið var eftir linjuni og var akkurat innaftur. Tað vóru slíkir marginalar, ið vóru við til at avgera tøttu finaluna. Tað var ikki tann best leikti dysturin, men leikararnir góvu alt og tað kundi næstan ikki verið meira spennandi.
Steypafinalan hjá kvinnum 2019.
Fleyr – SÍ 2-3
25-23, 25-22, 18-25, 18-25, 12-15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald