2019-02-06 15:41
Portugisar skipa nú í vikuskiftinum fyri "XI Meeting Internacional de Natação de Lisboa", har eisini Signhild Joensen og Rókur Trygvason luttaka. Sum skilst verður luttøkan metstór, við einum 663 íðkarum serliga úr Portugal, men eisini úr Algeria, Írlandi, Spania, Ungarn og Brasil, umframt við okkara báðum úr Føroyum.
Signhild luttekur í 50 metrar frí, 50, 100 og 200 metrar rygg, meðan Rókur luttekur í 50 og 100 metrar frí umframt 100 og 200 metrar bringu, skrivar svimjing.com.
Besti møguleikin til heiðursmerki hevur Signhild, sum í 200 metrar ryggsvimjing hevur næst bestu tilmeldingartíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald