Tað eydnaðist unga føroyska svimjaranum Signhild Joensen at svimja seg til eitt silvurheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing í stóru svimjikappingini “XI Meeting Internacional de Natação de Lisboa” í Portugal. Sostatt kann hon koma heim við tveimum heiðursmerkjum. Leygardagin vann hon bronsu í 100 metra ryggsvimjing.
Føroysku luttakararnir, Sighild Joensen og Rókur Trygvason, megnaðu at svimja seg fram til átta finalur tilsamans.
Í 200 metra rygg svam Signhild eitt vet skjótari í innleiðandi riðlunum við tíðini 2:19,87, men henda tíðin hevði tó ikki rokkið fram til portugisiska gullvinnaran, Ritu Frischknecht, sum svam 2:15.74. Besta tíð hjá Signhild er hennara føroyska met á 2:14,01, frá Danish Open í 2017.
Maira á svimjing.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald