Føroyar vunnu annan dystin og taptu hin í dupultumfarinum mánadagin í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa í San Marino.
Føroyar vunnu 3-1 á Luksemburg í øðrum umfari í gjáramorgunin. Helgi Dam Ziska og John Rødgaard vunnu á ovaru borðunum. Helgi vann í stórum stíli í einum knúsandi kongsálopi. John Rødgaard kom út í langt talv, sum var javnt, men hin treiskaðist meira enn gott var fyri at vinna, og endin var, at hann leyp framav. John var ógvuliga tryggur í støðuni, og dugdi væl at revsa morðgíriga mótstøðumannin.
Á aftaru borðunum var javnt. Sjúrður Thorsteinsson hevði fyrimunin í endatalvinum á 3. borði, men var kanska ikki nóg neyvur, og mátti til endans sættast við remis.
Søga var skrivað á 4. borði. 13 ára gamli unglingaføroyameistarin, Luitjen Akselson Apol, fekk sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar í hesum dysti. Hann er yngsti telvari á føroyska A-landsliðnum. Luitjen stóð seg væl móti vaksna mótstøðumanninum við væl hægri styrkitali, og telvaði seg sannførandi til remis.
3-1 móti Luksemburg var fínt úrslit.
Taptu toppdystin
Í seinna umfarinum mánadagin møttu vit Andorra, sum hevur sterkastu manningina í kappingini. Vit taptu 3-1.
Helgi og John telvaðu remis á ovaru borðunum. Báðir hava telvað ógvuliga sannførandi higartil. Helgi og De La Riva, sum var Spaniameistari í 2003, tóktust ikki stríðsfúsir á 1. borði, og samdust tíðliga um remis. John Rødgaard mátti stríðast í longum talvi fyri sínum javnleiki móti góðum mótstøðumanni.
Á aftaru borðunum formáddu vit okkum ov lítið. Hans Kristian Simonsen fekk harða viðferð, og noyddist tíðliga at geva upp ond. Hjá Luitjeni gjørdist tað eisini ov stórur biti móti favorittunum í kappingini. Hví føroyingar ikki telvaðu við sterkastu manningini móti oddaliðnum er kanska at undrast á, men Sjúrður Thorsteinsson var ikki við í seinna dystinum í gjár.
Andorra hevur nú mannað seg við fleiri stinnum sponskum telvarum á liðnum, bæði stórmeistarum og altjóða meistarum. Hava vit ikki okkara allarsterkastu manning, standa vit teimum ikki kurl longur. Við Høgna og Rógva Egilstoft Nielsen á føroyska liðnum, høvdu vit ivaleyst givið teimum ein skarpan gang.
Í fjórða umfari í dag telva Føroyar móti Jersey.
Skrivað hevur Súni Merkistein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald