Tá hetta kappingarárið er av, fer høvuðsvenjarin hjá Simon Olsen av landinum aftur.
Hann skal standa á odda fyri Randers Håndboldklub, sum er í holt við at byggja kvinnuliðið upp aftur eftir at felagið fór á húsagang í fjør.
29 ára gamli danin kom til H71 í 2020, og tók yvir sum høvuðsvenjari hjá monnum eftir Einar Jónsson.
Simon Olsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Simon Olsen takkar á Facebook felagnum, venjarum, spælarum, sjálvbodnum, og øllum sum hann hevur samstarva við á leiðini. Tað hevur verið ein fragd at verið partur av, tað hevur verið læruríkt, og ikki minst hava nógvar goðar upplivingar verið.
- Nú gleði eg meg til at vit saman jagstra best møguliga endan, skrivar Simon Olsen á Facebook.
Seinastu tíðina hevur hann eisini havt ábyrgdina av H71-kvinnunum, sum millum annað hava verið í Spania og spælt Evropa Cup.
H71 menn liggja á fjórða plássið við 15 stigum. H71 kvinnurnar liggja á fyrsta plássið við 31 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald