27 ára gamla Simona Halep úr Rumenia vann í dag á 37 ára gomlu Serenu Williams í Wimbledon-finaluni í London.
Hon vann við 6-2, 6-2 innan bert 56 minuttir.
Hetta er fyrsta Wimbledon-heitið hjá rumenska leikaranum, og næsta grand slam-heitið. Tað fyrsta vann hon í French Open í fjør.
Áðrenn sigurin í dag, var Simona Halep nummar sjey á styrkislistanum yvir kvinnuligar tennisleikarar.
Áðrenn dystin var eisini nógv fokus á Serenu Williams. Hevði hon vunnið á Simonu Halep, hevði hetta verið fyrsta kappingin, hon hevði vunnið, síðan hon gjørdist mamma, og hevði hon við einum sigri eisini kunnað nortið við eitt 46 ára gamalt met, skrivar DR.
Serena Williams hevur fingið 23 grand slam-heiti, og hevði hon vunnið hesu ferð, hevði hon kunnað nortið við metið hjá Margaret Courts, sum fekk 24 grand slam heiti í tíðarskeiðnum 1960-1973, men soleiðis skuldi ikki vera.
Mynd: EPA
Hetta var eisini triðja grand-slam-finalan, sum Williams hevur tapt, síðan hon kom aftur úr barnsburðarfarloyvi í vár í fjør.
Í fjør tapti hon eisini Wimbledon-finaluna til týsku Angelique Kerber.
Serena Williams hevur annars vunnið Wimbledon fýra ferðir seinastu tíggju árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald