Fótbóltur

Símun Joensen verður venjari í 07Vestur

Fær høvusábyrgdina av at venja 2. deildarliðið og U21-liðið hjá felagnum.

2023-02-07 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

07 Vestur boðaði í gjár frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Símun Joensen, sum fær høvuðsábyrgdina av venjingini av 2. deildarliðnum og U21-liðnum.  

Í 2014 fór 07 Vestur undir at leggja nógva orku í at menna leikarar, og felagið sær nú úrslitið av hesum á besta liði felagsins. Á heysti 2022 skrivaði 07 Vestur undir sáttmála við ikki minni enn 10 av leikarunum, sum vóru 6-7 ára gamlir, tá felagið veruliga fór undir at leggja nógva orku í at menna egnar leikarar, skrivar heimasíðan hjá 07 Vestur.  

- Sostatt hevur 07 Vestur nú eina rúgvu av ungum og evnaríkum leikarum í og kring hópin hjá besta mansliðnum, og meta vit, at Símun er rætti persónurin at flyta ungu talentini víðari fram á leið, so teir, innan stutta tíð, verða fastir fúsir á besta mansliði okkara, stendur at lesa á 07vestur.fo.  

Símun Joensen, sum hevur Uefa A-venjaraprógv, kemur at verða partur av venjaratoyminum, sum longu er kring leikararnar, og sum telja Abraham Løkin (UEFA A), Michael Schjønberg (UEFA PRO), Tór-Ingar Akselsen (UEFA A), Rógva N. Poulsen (UEFA A) og Ivan Stojkovic.  

Símun Joensen er 39 ára gamal og ættaður úr Klaksvík. Hann býr í Hoyvík, er lærari í Eysturskúlanum, er giftur og eigur trý børn. Sum spælari hevur hann umboðað KÍ og B36 í bestu deildini, og sum venjari hevur hann roynt seg sum hjálparvenjara hjá KÍ, høvuðsungdómsvenjara í B36 og venjara hjá næstbesta liðnum hjá B36. Umframt hetta hevur Símun tíðum verið fótbóltsviðmerkjari hjá Kringvarpinum. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder