Annað

Sissal Thomsen heiðrað sum besti kvinnuligi leikarin á RIG 2019

Føroyingar vunnu fleiri heiðursmerki í badminton í stórari kapping í Reykjavík.

2019-02-06 12:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroysku badmintonleikararnir sera góð úrslit í kappingini Reykjavik International Games 2019.

Aftur í ár vóru nógvir badmintonleikarir við til ungdómskappingina Reykjavik International Games 2019. Leikararnir komu úr MBF, KBF og HBF, og spældu í U11, U13, U15, U17 og U19.

Tá ið kappingin, sum varð spæld leygardagin 2. februar og sunnudagin 3. februar, var liðug høvdu føroysku leikararnir vunnið fleiri heiðursmerki.

Í U13 í A-bólkinum varð 1 gull og 1 silvur vunnar, og harafturat ein gull í B-bólkinum.

Í U15 í A-bólkinum vóru 3 silvur vunnar, og harafturat 2 gull og 1 silvur í B-bólkinum.

Í U17 í A-bólkinum varð 1 silvur vunnin, og harafturat 1 gull í B-bólkinum.

Í U19 í A-bólkinum vóru 2 gull og 3 silvur vunnar.

 

Hesir leikarir vunnu:

U13 einmansleikur gentur - A-bólkur

Gull Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, HBF

U13 einmansleikur gentur - B-bólkur

Gull, Rebekka Eysturskarð, KBF

U13 tvímansleikur gentur

Silvur, Eva Kallsberg Jacobsen/Rebekka Eysturskarð, KBF

U15 einmansleikur gentur - A-bólkur

Silvur, Oddbjørg Í Buð Justinussen, KBF

U15 einmansleikur gentur - B-bólkur

Gull, Erla Johannesen, KBF

U15 einmansleikur dreingir - B-bólkur

Gull, Tóki Rubeksson Troest, HBF

Silvur, David Sørensen, HBF

U15 tvímansleikur gentur

Silvur, Erla Johannesen/Oddbjørg Í Buð Justinussen, KBF

U15 tvímansleikur dreingir

Silvur, Christian Berg Petersen/Jaspur Jacobsen, HBF

U17 einmansleikur gentur - A-bólkur

Silvur, Miriam Í Grótinum, HBF

U17 einmansleikur dreingir - B-bólkur

Gull, Hákun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF

U19 einmansleikur kvinnur - A-bólkur

Gull, Sissal Thomsen, HBF

U19 einmansleikur menn - A-bólkur

Silvur, Árant Á Mýrini, MBF

U19 tvímansleikur kvinnur

Silvur, Miriam Í Grótinum/Sissal Thomsen, HBF

U19 tvímansleikur menn

Silvur, Árant Á Mýrini, MBF/Jónas Djurhuus, HBF

U19 blandaður tvímansleikur

Gull, Sissal Thomsen/Jónas Djurhuus, HBF

 

Tað var sera stuttligt at síggja, at føroysku leikararnir kláraðu seg so væl í U19 - kappingini. Seinastu nógvu árini hava íslendsku leikararnir skara framúr í hesum aldursbólkinum.

Eisini varð skipað fyri einari kapping fyri U11 leikararnar. Fleiri ungir føroyskir badmintonleikarir luttóku, og fingu tey øll eitt væl uppiborið gull-heiðursmerki.

Við at tryggja sær gull í einmansleiki fyri kvinnur, varð Sissal Thomsen heiðrað sum besti kvinnuligi leikari. Hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk kvinna vinnur hendan heiður.

”Tað er gleðiligt, at føroysku badmintonfeløgini aftur senda nógvar leikarar til Reykjavík International Games. Kappingin er sera gevandi fyri allar leikarar, tí her møta teir avbjóðingum frá leikarum, sum teir ikki vanliga spæla ímóti. Harafturat er kappingin góð fyri samstarvið millum feløgini í Føroyum - og eisini verða tvær tjúkkar strikur settar undir tað tætta samstarv, sum eru millum Føroyar og Ísland, tá ið vit snakka um badminton”, sigur formaðurin í Badmintonsambandi Føroya, Erik Engelbrecht Thomsen.

Badmintonsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder