Á Tórshamar Open 2019, valdi Skjótisamband Føroya at heiðra Sjúrða Knudsen, fyri hansara tíð sum formaður í Skjótisamband Føroya.
Sjúrður sat sum formaður í 4 ár, frá 2014 til 2018, og úr rúgvuni av avrikum kunnu m.a. nevnast:
- Gestalimaskapur í Nordic Shooting Region
- Føroya Cup
- Venjingarlega á KFK
- Skjótivegleiðara útbúgving
- Beinleiðis dagføring av úrslitum á netinum
- Eyka FM vinningar
Esmar Joensen, núverandi formaður í Skjótisamband Føroya, handaði Sjúrða eina gávu úr føroyskum gróti, sum takk og minni um tíðina, hann sat sum formaður í Skjótisamband Føroya, skrivar Ítróttasamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald