Hóast allur fótbóltur í Føroyum liggur stillur, so eru nøkur feløg enn virkin í arbeiðnum fyri at fáa hópin endaliga uppá pláss til kappingarbyrjan. Nær tað verður er óvist.
EB/Streymur boðar í dag frá, at leikarahópin er endaliga uppá pláss.
Teitur Debes Olsen er uppvaksin í AB, men spældi í fjør við EB/Streymi. Har gjørdist talan um 11 dystir í Betrideildini.
Í vetur hevur Teitur vant við og spælt fleiri venjingardystir, har hann hevur verið við í nøkrum málum. Nú er endaliga greitt, at hann aftur spælir fyri EB/Streym í 2020.
Kviki leikarin kann spæla sum áleypari og í høgru síðu.
22 ára-gamli argjamaðurin spældi eisini fyri felagið í fjør. Her síggjast hann og formaðurin, Fróði Reinert Petersen (Mynd: eb/streymur.fo)
Á Skála kom ein undirskrift uppá pláss í gjár. Bárður á Reynatrøð varð leigaður úr Vìkingi fyri at røkja málmansplássið á Skála, og tað verður Kristin Norðoy Vilhelmsen sum kemur at vera eykamálverj/at geva Bárði kapping.
Kristin er klaksvíkingur og 21 ár gamal. Hann hevur spælt 41 dystir fyri KÍ í 1. deild. Málverjin hevur hildið ein steðg frá fótbóltinum seinastu tíðina.
Kristin Norðoy Vilhelmsen og Ingi Hansen, formaður (Mynd: Skála ÍF)
Seinasta tilgongdin til hópin er Mikal á Reynatrøð, ið kemur frá næstbesta liðnum hjá Víkingi. Fyri kortum gjørdi ein annar verjukendur, fyrrverandi Víkingur sáttmála - Hjalti Strømsten.
Mikal og Skála hava gjørt ein tvey-ára sáttmála. 20-ára gamli verjuleikarin, ið eisini kann spæla á verjukenda miðvøllinum, er skrásettur á Faroe Soccer fyri 75 dystir í næstbestu deildini. Hóast Mikal er vanur við at spæla aftarlaga á vøllinum, hevur hann skorað tvey mál í venjingardystunum. Leirvíkingurin er systkinabarn málverjan, Bárð á Reynatrøð.
Flytingarvindeygað í Føroyum letur aftur klokkan 16.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald