Hondbóltur

Skandinavisku liðini eru favorittar í fjórðingsfinalunum í kvøld

Tað kann tó væntast, at tað verður munandi truplari hjá Noreg at basa Spania, enn tað verður hjá Danmark og Svøríki at spæla seg í hálvfinaluna.

Mikkel Hansen og liðfelagirnir skulu spæla móti Ungarn í Stokkhólmi - aftana spæla Egyptaland og Svøríki í somu høll (Mynd: EPA)

Mikkel Hansen og liðfelagirnir skulu spæla móti Ungarn í Stokkhólmi - aftana spæla Egyptaland og Svøríki í somu høll (Mynd: EPA)

2023-01-25 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fjórðingsfinalurnar í HM-endaspælinum hjá monnum eru á skránni í kvøld. Tvær byrja klokkan 17 og hinar báðar klokkan 19.30. Tvær av teimum verða spældar í Stokkhólmi - hinar í Gdansk í Póllandi.

Øll tey skandinavsku liðini vunnu sín bólk í høvuðsumfarinum, men tað er á pappírinum munur á, hvørjar fyrimunur liðini hava fingið av hesum. Danmark og Svøríki sluppu undan hvørjum øðrum fyri fyrst, og skulu spæla móti ávíkast Ungarn og Egyptaland.

Ungarn hevur gamaní áður argað Danmark áður, og í HM-endaspælinum 2017 var tað Ungarn, ið sendi danir út. Seinni sama ár tók Nikolaj Jacobsen við sum landsliðsvenjari, og síðani hevur Danmark ikki tapt ein dyst í einum HM-endaspæli og hevur harvið sett met og eisini vunnið tvey HM-gull á rað. Ungarn hevur tó ikki somu styrki nú, og Danmark er størsti favoritturin í fjórðingsfinalunum, sambært veddingarfyritøkum.

[object Object]
Jim Gottfridsson er leiðarin hjá svensku vertunum, ið vunnu EM í fjør. Nú skal næsta fetið móti HM-gulli á heimavølli takast (Mynd: EPA)

Tann næststørsti er Svøríki. Vertirnir spæla, eins og Danmark, í risastóru Tele2 Arena í Stokkhólmi. Sviar hava vunnið allar dystirnar í endaspælinum, og viðgongdin, umframt fyrimunurin við heimavøllinum, kann geva evropameistarunum veingir. Egyptaland megnaði einki at gera við Danmark í bólkafinaluni í Malmö mánadagin, og tykist ikki at vera á sama støði sum í HM á heimavølli fyri tveimum árum síðani. Tó kann leikhátturin og góðskan spælara fyri spælara hjá einasta ikki-evropeiska landinum í fjórðingsfinalunum geva svium ávíst høvuðbrýggj.

Noreg basti Týsklandi í bólkafinaluni mánadagin, og hetta hevur við sær, at Spania er á skránni í Gdansk í kvøld. Spania hevur havt yvirtakið á Noreg í endaspølum, men norðmenn koyra við øðrvísi leikhátti undir nýggja venjaranum Jonas Wille, og Spania spælir ikki á sama støði sum í millum annað 2018 og 2020, tá EM-gull kom í hús. Lagt er upp til, at hetta verður tann mest tætta fjórðingsfinalan - so er spurningurin um Sagosen og liðfelagarnir gera nóg mikið til at koppa Spania hesuferð.

Frakland og Týskland er seinasta fjórðingsfinalan, og har er eisini lagt til spennandi dysti, tó at fraklendingar eru í favorittleiklutinum.

HM-fjórðingsfinalur
Mikudagin 25. januar

17.00:
Danmark - Ungarn
(Stokkhólm)
Noreg - Spania 
(Gdansk)

19.30: 
Svøríki - Egyptaland 
(Stokkhólm)
Frakland - Týskland 
(Gdansk)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder