Eitt av heilt stóru ítróttanøvnunum í Finnlandi, skíðleyparin Matti Nykänen, er deyður, 55 ára gamal. Tað skrivar vikublaðið, Seiska.
Finska kringvarpið, YLE, skrivar, at Matti Nykänen í fjørsummar fekk staðfest sukursjúku, og í eini samrøðu við blaðið Aamulehti so seint sum 21. januar, greiddi fyrrverandi skíðleyparin frá, at hann hevði fingið lívsførsluna á rætta kós í mun til sjúkuna.
Matti Nykänen avmyndaður í 2006 (Savnsmynd: EPA)
- Fyrst gjørdist eg ógvuliga óttafullur. Eg veit, at sjúkan kann elva til deyða, um ein ikki livir heilsugott. Men nú havi eg funnið insulin javnvágina, og harvið eru kreftirnar og lívsgleðin komin aftur, segði Nykänen.
Seinastu tíðina hevur Matti Nykänen ferðast runt og hildið fyrilestrar, sum hava verið sera væl vitjaðir, skrivar YLE.
Matti Nykänen vann fýra OL-gullheiðursmerki og eitt OL-silvur. Harafturat vann hann fimm HM-gull, eitt HM-silvur og trý HM-bronsumerki. Hann vann eisini fimm VM-heiðursmerki í skíðflúgving, sum verður hildið á longri brekkum.
Hann var við í World Cup-kappingum í níggju ár og vann 46 kappinga. Ta fyrstu í Obersdorf 30. desember 1981 og ta seinastu í Garmish-Partenkirchen 1. januar 1989.
Fólkakæri skíðleyparin var valdur til ársins ítróttanavn í Finnlandi tvær ferðir, í 1985 og 1988.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald