Annað

Skíðrennarin bukaði hinar rennararnar av

Therese Johaug fekk gott úrslit í 10.000 metra renning í gjár, men hevur ikki ætlanir um at skifta ítróttagrein.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-12 13:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Við sjey heimsmeistaraheitum er hevur 31 ára gamla Therese Johaug úr Noregi longu gjørt vart við seg, tá tað snýr seg um skíðrenning.

Men í gjárkvøldið prógvaði hon, at hon eisini er millum heimsins bestu í ”vanligari” renning.

Í gjárkvøldið var hon við í eini stevnu í frælsum ítrótti, har hon luttók í kappingini 10.000 metrar renning á rennibreyt, og her megnaði Johaug at renna tey 25 umførini í tíðini 31 minuttir og 40 sekund.

Við hesi tíðini hevði hon klárað, ikki bara kravtíðina til HM í Doha í fjør, men tíðin hevði verið nóg mikið til bronsuheiðursmerki. Tíðin hevði givið gull á EM í 2018.

- Eg hevði ein dreym um at fara eftir HM-kravinum, men tað var ein hálvan minutt lægri enn besta tíðin hjá mær í fjør, so var bangin fyri, at eg hevði sett málini ov høgt, sigur Therese Johaug við NRK.

Therese Johaug hevur ikki vant serliga nógv á rennibreyt, og hon hevur bert einaferð fyrr runnið 10.000 metrar á breyt – tað var í fjør, tá hon hevði tíðina 32 minuttir og 30 sekund.

Hóast evnini eru til frælsa ítrótt, so hevur Therese Johaug ongar ætlanir um at skifta ítróttagrein.

- Skíðrenning er mín ítrótt, men eg haldi, at tað er stuttligt at venja í renniskóm eisini, sigur Therese Johaug við NRK.

Therese Johaug var nógv frammi í miðlunum fyri nøkrum árum síðani, tá hon var útistongd frá øllum ítrótti í 13 mánaðir, fyri at hava brúkt eina varrasalvu, sum stóð á listanum yvir bannað evni sambært dopinglistanum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder