Fótbóltur

Skotland og Ukraina dystast um pláss í play-off finaluni

Nógvar kenslur eru uppá spæl undan HM play-off dystinum á Hampden Park í kvøld. Oleksandr Zinchenko græt á tíðindafundinum í gjár, og segði at hatta er nógv meira enn ein fótbóltsdystur - skotska legendan Greame Souness hevur kunngjørt, at hann heldur við Ukraina.

John McGinn, her í nærdysti á Tórsvølli í fjør, skal í kvøld royna at hjálpa landið sínum at taka eitt fet nærri HM-endaspælinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

John McGinn, her í nærdysti á Tórsvølli í fjør, skal í kvøld royna at hjálpa landið sínum at taka eitt fet nærri HM-endaspælinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-01 15:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru trý pláss eftir til HM-endaspælið, sum verður í Katar í november-desember. Eitt teirra skal finnast í Evropa. Í mars vunnu Portugal og Póland seg víðari eftir play-off dystir, men triði "play-off vinnarin" varð ikki funnin, sum ætlað. Orsøkin var russiska innrásin í Ukraina. UEFA gav ukrainum møguleika at koma fyri seg og útsetti hálvfinaluna hjá landinum móti Skotlandi.

Hendan play-off hálvfinalan verður leikt á Hampden Park í kvøld. Upptaktin hevur verið merkt av krígsstøðuni, og venjarin hjá Ukraina, Oleksandr Petrakov, viðgekk á tíðindafundi í gjár, at tað hevur verið ein stór avbjóðing at fáa leikararnar at hugsavna seg um fótbólt, tí allir hava nógvar tankar, stúrarnar um familjur sínar og kenslur. Petrakov sló tó fast, at tað hevur eydnast at nýtt "lættar" hættir til at eggja teimum til, og at liðið er heilt til reiðar til stóru uppgávuna.

Oleksandr Zinchenko, ið til dagliga spælir fyri Manchester City, vísti eisini sínar kenslur á tíðindafundi í gjár. Hann kundi ikki halda tárunum aftur í løtum, tá bakkurin/miðvallarin millum annað tosaði um, at hann fyrr í ár ikki kundi ímynda sær, at hesin dysturin fór at vera spældur, hvussu tað fer at vera, tá tjóðsangurin er í gongd undan dystinum, hvussu tung støðan hjá fólkunum í Ukraina, og at hetta er nógv meira enn ein fótbóltsdystur fyri ukrainar.

[object Object]

Tað hevur verið nakað av órógvi rundanum skotsku leguni, tí nógv hava víst á sína ónøgd við atburðinum hjá liðformanninum Andy Robertson í vikuskftinum. Sunnudagin, dagin eftir Champions League-finaluna í Paris, var Robertson at síggja ávirkaður av rúsdrekka, tá Liverpool-leikararnir vóru busstúr í Liverpool fyri at fegnast um steypagullini frá fyrr í ár. 

Nú, tríggjar dagar seinni, skal ágangandi bakkurin spæla avgerandi dyst um at koma, og hann legði í gjár dent á, at Skotlandi skal vera til reiðar móti "kenslubornu ukrainunum", ið fara at koma við øllum tí, sum teir hava. Venjarin, Steve Clarke, hevur staðfest, at Robertson og hinir eru heilt til reiðar til dystin, ið kann senda Skotland eitt fet nærri sínum fyrsta HM-endaspæli síðani 1998.

Ein sum ikki heilt vónar tað, men sum vónar at Ukraina kemur til sítt HM-endaspæl nummar tvey, er ein kendur skoti. Greame Souness spældi 50 landsdystir fyri Skotland og var við til fleiri endaspøl. Sum leikari er hann annars serliga kendur fyri sína tíð í Liverpool, ið esini var eitt av feløgunum, ið hann var venjari hjá. Seinastu mongu árini hevur Souness gjørt vart við seg sum viðmerkjari hjá millum annað Sky Sports, og viðmerkingar handara upp til dystin hava skapt undran og øsing hjá mongum: 

- Eg havi hugsað um hendan dystin í nøkrum stillum løtum, og hvussu tað skal handfarast. Partur av mær vendir aftur og aftur til tað, at hetta er bara ein fótbóltsdystur, og vil eg veruliga vinna á teimum? (Ukraina. red) Um tað er ítróttur, politikkur, list ella hvat tað so er, so noðyast vit at senda eini boð til Russland, um at tað ikki er í lagi, tað sum tey gera. Eg verði í einari truplari støðu undir dystinum, eg veri kensluborin. Eg vil ikki bert, at Ukraina spæla seg víðari, men at teir fara til Katar og og vinna alt

69-ára gamli Souness sigur eisini, at tað er tíð uppá at man sær støðuna, ið heimurin er í nú - áðrenn tað er ov seint - og at hann ikki hevði vilja verið ein av skotsku leikarunum í kvøld. Hansara áskoðan ger, at hann er lagdur fyri hatur av nógvum skotum.

Dysturin, ið avger hvør skal spæla móti Wales í play-off finalu sunnudagin um pláss í HM-endaspælinum, verður bríkslaður í gongd klokkan 19.45 á Hampden Park.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder