Skrædl í Kekkia

Fyriuttan eina løtu í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki, hevur heimaliðið sitið á øllum, meðan føroyingar hava verið aftanfyri á øllum økjum. Tað er 4-0, og tað kann gerast heilt ljótt.

Eftir 3-0 málið savnaði liðformaðuron Viljormur Davidsen leikararnar og síðani hevur verið nakað av betring (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir 3-0 málið savnaði liðformaðuron Viljormur Davidsen leikararnar og síðani hevur verið nakað av betring (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-16 17:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trý mál frá Mojmir Chytil uppá ellivu minuttir, har føroyska verjuspælið sum heild ikki sá gott út - serliga við 2-0 málið, ogbeint fyri steðgin: Ein gáva frá Gunnari Vatnhamar til Vaclav Cerny.

Kekkar hava verið fullkomiliga omaná, meðan føroyska liðið, ið manglar nógvar av føstu leikarunum, og har átta av leikarunum ikki hava spælt dyst síðani síðst í oktober, hevur ilt við at fylgja við á so at siga øllum økjum.

Eftir 3-0 málið savnaði Viljormur Davidsen leikararnar, Håkan Ericson skifti leikskipan til 5-4-1, og síðami hevur tað samanlagt sæð frægari út, men samanumtikið hevur fyrri hálvleikur verið ringur sæð frá føroyskari síðu.

Venjingardystur
Andruv Stadium, 16.11

Kekkia - Føroyar (4-0)
13' Mojmir Chytil 1-0
19' Mojmir Chytil 2-0
24' Mojmir Chytil 3-0
42' Vaclav Cerny 4-0

Føroyar 4-5-1/4-3-3): Gunnar Nielsen - Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L) - Meinhard Egilsson Olsen, Sølvi Vatnhamar, Heðin Hansen, René Shaki Joensen, Mads Boe Mikkelsen - Klæmint Andrasson Olsen 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder