Ungarn spældi á heimavølli í kvøld og hevur eisini heimavøll í næsta dystinum, men liðið er í bólki saman við Portugal, Fraklandi og Týskland, og tískil hevur so at siga eingin uttanfyri Ungarn givið teimum nakran møguleika í kappingini.
Frammanfyri beint yvir 55.000 áskoðarum á Puskas Arena avrikaðu ungarar tó frálíka væl leingi i dystinum móti Portugal. Í fyrra hálvleiki stóð heimaliðið sera langt afturi á vøllinum og vardi í hvøuðsheitinum væl, men í 2. hálvleiki spældi Ungarn meira við og kom til onkrar støður.
Ungarsku leikararnir takka áskoðarum sínum - leikararnir stríddust og teir mongu áskoðarnir gjørdu mun
Rada Silva úr Benfica (nummar 15) átti sín lut í øllum teimum trimum málunum hjá Portugal - her verður hann hálaður niður, og lítla løtu síðani er brotsspark og mál (Mynd: EPA)
Heimaliðið gekk eitt mál kolldømt fyri rangstøðu og løtu seinni skrædnaði í hinum endanum, og tað var eftir at Rafa Silva kom inn - Ronaldo kom eisini í gongd. Portugal hevði baksast við at bróta ígjøgnum verjuna allan dystin, og eftir at hava spælt seg í fína støðu til høgru, kom innleggi í ein ungara, vinstri bakkurin Raphael Guerreiro kom fyrst á bóltin, mitt fyri og stutt inni brotsteignum, og skotið hjá honum fór umvegis eitt bein hjá einum verjuleikara í málið.
Ungarsku leikararnir, venjararnir og áskoðarnir fingu sum vátan vøttin, og tveir minuttir varð brotsspark dømt. Tað tók Cristiano Ronaldo sær av. Nummar sjey brendi ein stóran málmøguleika í fyrra hálvleiki, tá Bruno Fernandes fann hann væl í brotsteignum, men nú var 36-ára gamli áleyparin ísakaldur. Við málinum punkteraði Ronaldo ikki bara dystin - hann setti tvey nýggj met.
Ronaldo basti Gulasci tvær ferðir (Myndir: EPA)
Undan dystinum var maðurin av Madeira javnur við Michel Platini fyri flest mál í EM-endaspølum - níggju. Platini fekk øll síni í EM á heimavølli í 1984, tá Frakland vann gull. Ronaldo skoraði síni fyrstu á heimavølli í 2004, tá Portugal fekk silvur. Hann skoraði eisini í 2008, 2012 og 2016 og harvið er Cristiano Ronaldo einasti maður, ið hevur skorað í fimm ymiskum EM-endaspølum. Hetta var níggjunda endaspælið við Ronaldo-máli/málum.
Juventus-leikarin fekk eitt afturat í yvirtíðini, eftir at hann spældi væl saman við innskifta Rafa Silva, ið eisini var við í hinum málunum, og fór framvið Gulasci. 3-0 til Portugal, trý stig og eftir tógvið stríð ein samanlagt góð byrjan uppá EM hjá evropameistarunum. Næsta uppgávan verður í München móti Týsklandi.
Málskjúttarnir Guerreiro og Ronaldo og hinir hjá Portugal fegnast eftir seinasta bríksl í Budapest (Mynd: EPA)
Bólkur F
Týsdagin 15.06
Puskas Arena, Budapest
Ungarn - Portugal 0-3 (0-0)
84' Raphael Guerreiro
87' Cristiano Ronaldo (br.)
92' Cristiano Ronaldo
20.00 - Allianz Arena, München - Týskland - Frakland (0-1)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald