Fótbóltur

Skúlafótbóltur í Vági verður aftur í summar

Nú ber til hjá skúlaflokkum at melda seg til kappingina, sum verður í Vági í mai og juni.

Mynd: Skúlafótbóltur

Mynd: Skúlafótbóltur

2021-03-27 12:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og undanfarin ár verður Skúlafótbóltur aftur á skrá hetta skúlaárið. Spælt verður í mai og juni mánað, og nú ber til hjá skúlaflokkum at melda seg til kappingina.

Skúlafótbóltur er skipaður við BankNordik sum høvuðsstuðli og í góðum samstarvi við Fótbóltssamband Føroya og Vágs kommunu.

Spælt verður bara í ein dag, og merkir hetta eisini, at vinnarar verða funnir fyri árgangirnar og fyri gentur, dreingir og blandað lið. Vinnandi liðini fáa steyp og medaljur.

Spælt verður hósdagar, tá Smyil fer av Havnini klokkan 8.45. Er veðrið til vildar verður, eins og í fjør, farið vestur á Eiðið, men er ivaveður, so verður spælt í Marghøllini.

Sambært fyriskiparum er umráðandi, at flokkar melda til so skjótt sum til ber, tí um tað verða sera nógvar tilmeldingar, kann gerast neyðugt at broyta leikskránna, soleiðis at tað ikki spæla so nógvir flokkar sama dag.

Tilmeldingarskjalið til Skúlafótbóltin er her.

Skráin fyri kappingina sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder