
Fyrsti dysturin hjá føroyskum felagi í einum bólkaspæli nærkast í hvørjum. Stutt fyri klokkan 20 føroyska tíð ganga liðini hjá KÍ og Slovan Bratislava inn á vøllin í slovakiska høvuðsstaðnum. Bæði hava sum endamál at fáa síni fyrstu stig í bólki A.
UEFA Conference League Bólkur A, 1. umfar:
Í dag, hósdagin 21.09
20.00: Slovan Bratislava - KÍ (TV2 Play)
Í gjár, 20.09
Lille - Olimpia Lublijana 2-0
KÍ er lægst styrkismett av hesum liðunum, og skal enda í minsta lagi á 2. plássi fyri at koma víðari úr bólkinum.
Fyri Slovan er støðan ikki ókend. Tvey tey seinastu árini hevur felagið verið í Conference League-bólkaspælinum. Í fjør eydnaðist at koma víðari til áttandapartsfinalurnar.
Slovan er eisini favorittur til dystin í kvøld, men ikki eins stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum sum hini fýra mótstøðuliðini hjá KÍ í summar vóru til sínar heimadystir.
Sí eisini: KÍ ikki eins undirmett sum í summar
Häcken var stórfavorittur undan uppgerðini í Svøríki sum svenska meistaraliðið var stórfavorittur til. Har endaði tað við javnleiki eftir 90 minuttir, og síðani vann KÍ eftir brotssparkskapping (Mynd: Sverri Egholm)
Hóast man fyri stuttum gjørdist slovenskur meistari aftur, so hevur støðan í felagnum verið betri áður. Nakað av rumbi er á leiðslustigi, og Slovan Bratislava hevur ikki heilt fingið tí ætlaðu byrjanina uppá landskappingina: Átta stig fyri fimm dystir.
Tað er helst ikki at fara ov langt at siga, at serliga Molde og Ferenváros - sum útgangspunkt - eru sterkari lið enn Slovan. Men spurningurin er so, hvussu slovakiska liðið "liggur" til KÍ.
Útiliðið fer at nýta 5-4-1 leikskipanina og royna at spæla líknandi sum í summar: Vælskipað, at ikki geva nógv burtur og so hótta við serliga deyðbóltum og kontra - umframt at tora at hava bóltin, tá plássið og møguleikarnir eru har. Trýstið er á teimum, staðfesti Árni Frederiksberg fyri Portalinum í gjár.
Sí eisini: Árni Frederiksberg: - Skulu gera sum í hinum dystunum
KÍ er uttan sín høvuðsvenjari í Bratislava. Magne Hoseth er sjúkur og staddur í Føroyum. Hjálparvenjarar og spælarar skulu taka upapftur størri ábyrgd, nú stóra og søguliga uppgerðin bíðar. Í KÍ er tað, sambært høvuðsvenjaranum, avgjørt eitt mál at spæla við um at spæla seg víðari. Umframt at royna at enda í topp-tvey í bólkinum, skulu KÍ-spælarnir eisini njóta hesar dystirnar og læra av teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald