Hjá Føroyum snýr seg um at byggja uppá í Bukarest í dag - hjá Rumenia snýr tað seg um løna aftur. Okkara menn vunnu við tveimum málum, tá liðini hittust í Høllini á Hálsi mikukvøldið og settu seg harvið í góða støðu í bólkinum.
Hóast talan skuldi verið um tap í dag, hava Føroyar framvegis ein rímiliga góðan møguleika at koma til EM-endaspælið; sum ein av teimum bestu trý'arunum. Ein sigur afturat móti Rumenia kann tó veruliga seta liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen í góða støðu áðrenn seinastu dystirnar, sum vera í apríl.
Rumenia er greiður favorittur, sambært veddingarfyritøkunum, og heimavøllurin hevur helst sín leiklut í tí. Føroyar hava ikki vunnið nakran EM-undankappingardyst á útvøll áður men megnaðu tó at fáa ein flottan javnleik í Montenegro í 2017. Tað var eitt mótstøðulið, sum helst er eitt sindur sterkari enn Rumenia, og føroyskur hondbóltur hevur flutt seg framm á leið seinastu góðu seks árini.
Føroyska áskoðarafjøldin gjørdi sítt mikukvøldið...
Og tað gjørdu spælararnir eisini (Myndir: Sverri Egholm)
Um Hákun West av Teigum, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún, Tróndur Mikkelsen og hinir ungu garparnir í álopspartinum halda støðinum og kanska leggja eitt sindur uppá, samstundis sum verjan í løtum fær hildið stóru rumenunum, so hava Føroyar ein góðan møguleika.
Umráðandi er eisini við bjargingum. Nicholas Satchwell hevði tíggju slíkar mikukvøldið og nakrar vóru heilt stórar. KA-málverin spældi frálíka væl í fyrra hálvleiki, og Pauli Jacobsen kom eisini við bjargingum í seinna hálvleiki. Pauli er ikki við í Bukarest - í hansara stað er blaðungi Aleksandar (Sacha) Lacok, sum møguliga skal avloysa Nicholas Satchwell í løtum.
Fyrsta bríksl í Bukarest verður klokkan 15 føroyska tíð, Kringvarpið vísir dystin, og Sjúrður Hildarson Hoydal er á staðnum við beinleiðis frásøgn fyri FM1. Um ein er staddur uttanfyri Føroyar er møguleiki at stroyma á efhtv.com.
Støðan í bólki 4 eftir trý umfør
Eysturríki 6 stig
Rumenia 2 stig
Føroyar 2 stig
Ukraina 2 stig
Í dag, leygardagin 11. mars
15.00: Rumenia - Føroyar
19.25: Eysturríki - Ukraina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald