Fótbóltur

Veddingarfyritøkur: Rumenia er greiður favorittur hesaferð

Heimavallarfyrimunur og søguliga styrkin hjá Rumenia viga meira, enn úrslitið mikukvøldið. Ein føroyskur sigur í lykladystinum í Rumenia í morgin gevur peningin fýra ferðir ella meira aftur hjá stóru veddingarfyritøkunum.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir skulu royna at aftur koppa stóru rumenunum (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir skulu royna at aftur koppa stóru rumenunum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-10 16:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir vita, at tað verður ógvuliga trupult. Men teir trúgva uppá EM, og at tað fer at bera til at basa Rumenia á útivølli eisini. Hetta gjørdu høvuðsvenjari og nakrir spælarar í føroyska hópinum, ið spældu høvuðsleiklut móti Rumenia, greitt, tá Portalurin tosaði við teir eftir søta sigurin mukuvkøldið.

Til ber at síggja øll videobrotini hjá okkum her

Rumenia má metast at vera størri favorittur til hendan dystin, enn liðið var til dystin í Høllini á Hálsi, hevði Peter Bredsdorff Larsen á tungu, og soleiðis er eisini.

Ein rumenskur sigur lá nakað omanfyri 1,60 mikudagin, meðan ein føroyskur gav peningin áleið tríggjar ferðir aftur. Til dystin í Bukarest í morgin liggur Rumenia á umleið á 1,30-1,35 hjá fleiri av teimum stóru veddingaryritøkunum - Bet365 hevur tó heimaliðið á 1,40. Tað er eisini júst Bet 365, ið trýr mest uppá Føroyar: Har gevur ein endurtøka av útfallinum frá mikukvøldinum peningin júst fýra ferðir aftur. Hjá Danske Spil, Bwin og øðrum fer tað nakað uppum hetta.

[object Object]
Rumenia hevði ávísar trupulleikar at skora í pørtum av dystinum í Føroyum - Pauli Jacobsen hevði nakrar týðandi bjargingar, men er ikki við í Rumenia vegna skaða. Aleksandar (Sasha) Lacok avloysir hoyvíkingin í hópinum - Nicholas Satchwell, ið spældi ein stórdyst mikukvøldið, er greiður fyrsti málverji til dystin (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Heimavallarfyrimunurin var týðiligur á Hálsi mikukvøldið. Í morgin hava rumenar hann, og føroyingar skulu spæla í høll, har pláss er fyri umleið 2.500 áskoðarum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er púra javnt í stigum millum Rumenia, Føroyar og Ukraina í stríðnum um 2. plássið. Eysturríki vann á Ukraina í gjár og er á veg at vinna bólkin rímiliga trygt. Hetta gjørdi eisini, at Føroyar komu uppum Ukraina í bólkinum

Liðið sum endar nummar tvey kemur beinleiðis til EM-endaspælið í 2024. Fýra teir bestu trý'ararnir - tað eru átta bólkar - í undankappingini koma eisini við. Harvið er talan um ein ógvuliga týðandi dyst í rumenska høvuðsstaðnum seinnapartin í morgin.

Støðan í bólki 4 eftir trý umfør
Eysturríki 6 stig 
Rumenia 2 stig
Føroyar 2 stig
Ukraina 2 stig

Úrslitini í 3. umfari
Mikudagin 8. mars 2023 - Høllin á Hálsi

Føroyar - Rumenia 28-26 (15-9)
Fleiri tøl frá dystinum her
Myndir: Føroyar - Rumenia

Í gjár, hósdagin 9 mars - spældur í Týsklandi
Ukraina - Eysturríki 31-38

Í morgin, Leygardagin 11. mars
15.00: Rumenia - Føroyar
19.25: Eysturríki - Ukraina 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder