Hondbóltur

Skulu royna seg móti Íslandi um vikuskiftið

Føroysku kvinnurnar spæla á Skála leygarkvøldið og í Klaksvík sunnudagin. Hetta er ein umráðandi liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Kosovo í næstu viku. Hópurin skal eftir venjingardystirnar skerast niður frá 24 til 16.

Marianna Geirsdóttir Eystberg í landsdysti í fjør. Hon er ein av teimum 24, sum er í hópinum til dystirnar móti Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

Marianna Geirsdóttir Eystberg í landsdysti í fjør. Hon er ein av teimum 24, sum er í hópinum til dystirnar móti Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-27 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska kvinnulandsliðið hevur avgerandi uppgávu á skránni í næstu viku, tá HM-undankappingardystir eru á skránni í Kosovo. 

Talan er um eitt slag av play-off dystum; liðið sum vinnur samanlagt fer víðari og skal spæla tveir play-off dystir móti hægri styrkismettum landi í viku 14 og 15 komandi vár, skrivar hsf.fo.

Sum fyrireiking til HM-undankappingardystirnar spæla Føroyar móti Íslandi. Venjingardystirnir verða leiktir í Føroyum - fyrri dysturin verður í Høllini á Skála leygardagin klokkan 18, meðan seinni dysturin verður í Badmintonhøllini í Klaksvík sunnudagin klokkan 16. Atgongumerki til dystirnar fáast til keyps á staðnum, boðar Hondbóltssambandið frá.

Talan er um ein góðan møguleika at royna seg móti ísledningum, og at gerast skarpari til dystirnar í næstu viku.

Eisini skulu Sonni Larsen og hansara toymi gerast klókari uppá, hvørjir 16 leikarar skulu við til Kosovo. Í løtuni verður arbeitt við einum hópi við 24 leikarum.

Málverjar:
1. Annika Fríðheim Petersen, Nykøbing-Falster
2. Rakul Wardum, Ajax København
3. Rúna Jógvansdóttir Larsen, H71

Útileikarar:
4. Ingibjørg Olsen, ÍBV
5. Rannvá Olsen, VÍF
6. Jana Mittún, H71
7. Lív Bentsdóttir Zachariasen, H71
8. Maria Halsdóttir Weyhe, H71
9. Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
10. Súna Krossteig Hansen, Ajax København
11. Marita Mortensen, H71
12. Elsa Egholm, H71
13. Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin
14. Natasja Hammer, Haukar
15. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Ajax København
16. Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK
17. Guðrið á Borg, H71
18. Brynhild Pálsdóttir, H71
19. Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
20. Pernille Brandenborg, Randers HK
21. Vár Bentsdóttir Zachariasen, H71
22. Sára Jacobsen, H71
23. Brynja Høj, Neistin
24. Petra Larsen, Neistin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder