Berlin, Týskland (Portalurin) - Føroysku spælararnir hava ikki langa tíð at sleikja sárini eftir tapið fyri Serbia í HM-fjórðingsfinaluni fyri U21-landslið í gjár. Spælararnir sleppa heldur ikki heim - teir skulu um vikuskiftið spæla plaseringsdystir her í Berlin.
Hóast tað er tungt at reisa seg eftir slíkan dyst, og tað í ein mun kann vera heldur torført at motivera seg 100 prosent til, so vóru føroysku spælararnir, umframt venjari, greiðir í samrøðunum í gjár: Teir fóru at gera sítt fyri at umboða Føroyar so væl sum gjørligt restina av kappingini og eisini enda so høgt sum gjørligt.
Sí samrøður við vónbrotnar spælarar og venjara her:
Julian Johansen: Brenna ov nógvar fríar møguleikar til at vinna dystin
Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Munurin er brendu skotini
Pauli Jacobsen: Lítil munur á viðgongd og mótgóngd
Janus Dam Djurhuus: Til eina jarðarferð í skiftingarrúminum
Tapið merkir, at Føroyar skulu royna at fáa fatur á 5. ella 6. plássinum. Sum væntað vóru týsku vertirnir sterkari enn Danmark í gjárkvøldið, og harvið er tað Danmark, ið er fyrsta mótstøðuliðið í plaseringsdystunum. Um tað eydnast at vinna á dønum leygarmorgunin, skulu Føroyar spæla móti vinnaranum av Kroatia og Portugal um 5. plássið sunnudagin.
Føroyskir fejpparar í Berlin - fleiri verða eisini til dystirnar í vikuskiftinum (Mynd: Sverri Egholm)
Óli Mittún og hinir vístu dønum, hvar skápið skal standa í Portugal í fjør (Mynd: Harald Bjørgvin)
Kroatia og Portugal taptu, eins og Føroyar og Danmark, sínar fjórðingsfinalur. Sterku ungararnir vunnu við fimm málum á Kroatia og skulu í morgin seinnapartin spæla hálvfinalu móti Íslandi, sum eftir tættan dyst koppaði Portugal.
Føroyar og Danmark hava hitst fyrr í hesum árgangunum til m.a. venjingarkapping í Týsklandi og norðurlandakapping, og so spældu liðini fyrsta dystin í EM-endaspælinum í fjør. Tá vunnu Føroyar eftir ótrúligan dyst. Í morginárini - klokkan 09 føroyska tíð - skulu føroyingarnir royna at endurtaka bragdið, meðan danir skulu royna at løna hesum aftur.
U21 HM-endaspæl, kapping um 5. plássið
Í morgin, leygardagin 01.07 - Max Schmeling Arena, Berlin
09.00: Føroyar - Danmark
11.30: Kroatia - Portugal
Sí eisini:
Dreymurin um HM-heiðursmerki brast
Brenna ov illa og vanta bjargingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald