Føroyska liðið avrikaði væl tað mesta av seinna hálvleiki, men tá varð tað ov tungt og ov seint til at spæla seg í hálvfinaluna í HM-endaspælinum í Týsklandi.
Nakrar avgerðir í spælinum vóru ikki rættar, og so vóru tað teir nógv umrøddu marginalarnir: Ymiskar dømingar og linjan, umframt skot á stong og yvirleggjara.
Tað, sum tó kostaði nógv mest, vóru fyrri hálvleikur og fyrstu minuttirnar eftir steðgin. Hetta vóru eisini allir spælararnir, umframt Julian Johansen, inni á, tá Portalurin tosaði við teir eftir dystin. Munurin var átta mál, áðrenn føroyska liðið veruliga kom í gongd í dystinum.
Tá kom Aleksandar Sasha Lacok inn í dystin. Málverjin er frá 04-árganginum, men hevur gjørt tað væl í øllum dystunum í hesum endaspælinum, Sasha nærum stongdi málið fyrstu løtuna. Pauli Jacobsen hevur verið frálíkur fyri U-landsliðini uppeftir men fekk ikki fatur á í dag - hetta viðurkendi málverjin eisini eftir dystin. Hendan broytingin kundi verið gjørd áðrenn, eisini fyri at geva Paula steðg fyri síðani møguliga at koma innaftur.
Janus Dam Djurhuus skoraði eitt kontramál og trý samanlagt (Mynd: Sverri Egholm)
Tað sum Janus Dam Djurhuus eisini var inni á, og sum var eyðsæð serliga fyrstu 35 minuttirnar ella so, var, at føroyska verjan ikki gav málverjunum nóg góðar fyritreytir samanlagt. Tað gjørdist betri sum fráleið, og serliga tá Pauli Mittún fór í miðverjuna og Sveinur Olafsson út á 2'aran, men ov nógv hol vóru í fyrra hálvleiki. Serbar sluppu eisini at spæla nógv lang álop, har teir tilvitað tóku ferðina úr og síðani vildu koma til skot. Serbia fekk fleiri mál, eftir at armurin hjá dómarunum loksins kom upp.
Álopsspælið gjørdist heilt gott, men tað var heldur stirivið fyrstu løtuna í dystinum, har Føroyar skuldu finna stevið móti tungu og sterku serbisku verjuni. Serliga var tað læst mitt fyri; tað var torført at finna Ísak Vedelsbøl, og og serbar syrgdu fyri, at bólturin ikki kom út til Hákun West av Teigum. Ein av fremstu málskjúttunum í kappingini fekk eitt skot og eitt mál í dystinum. Hetta var í einum yvirtal. Hann slapp heldur ikki í kontra - Føroyar fingu bert eitt mál í kontraálopið og so okkurt einstakt uppá aðru bylgju. Annars vóru serbar stinnari her.
Óli Mittún fer av høgra bakki, sum føroyingarnir gjørdu nógv av (Mynd: Sverri Egholm)
Serbiska verjan lat upp fyri, at føroysku høgru bakkarnar sluppu at skjóta - eingin skýtur við vinstru hond - og serbiski málvejrin er offensivur. Rói Ellefsen á Skipagøtu hevur havt eina góða kapping men brendi nøkur skot av høgra bakki. Systkinabørn hansara, Pauli og Óli Mittún brendu eisin í líknandi støðum. Alt hetta kostði nakað, og Elias Ellefsen á Skipagøtu hevði eisini nøkur misnýtt skot mitt fyri. Spælskiparin gjørdist annars toppskjútti við níggju málum. Føroyar fingu bert eitt brotskast í dystinum, sum hann skoraði uppá.
Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði fýra ferðir, men málverjin fekk eisini fatur á hoyvíkinginum (Mynd: Sverri Egholm)
Tað var flott av føroyska liðnum at gera dystin spennandi aftur í seinna hálvleiki, men tað er tungt at renna aftaná so leingi, og tað kom ongantíð niður á minus 1 aftur. Samanlagt var avrikið hjá U21-landsliðnum ikki nóg mikið at vinna so stóran dyst - serbar vóru sterkari og klókari í nøkrum støðum, og føroyingar ikki nóg skarpir. Nú skulu føroyingarnir hugsavna seg um, at enda tíðarskeiði væl og enda í topp-fimm.
(Mynd: Sverri Egholm)
U21 HM-endaspæl, fjórðingsfinalur
Hósdagin 29.06 - Max Schmeling Arena, Berlin
Føroyar - Serbia 27-30 (12-17)
Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 4-6
15 min: 7-10
20 min: 9-13
25 min: 12-8
35 min: 14-20
40 min: 16-21
45 min: 18-22
50 min: 22-24
55 min: 24-27
Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (1)
Óli Mittún 5
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Janus Dam Djurhuus 3
Pauli Mittún 2
Ísak Vedelsbøl 2
Hákun West av Teigum 1
Sveinur Olafsson 1
Skot: 27/50 = 54 prosent
Upplegg:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13
Pauli Mittún 3
Óli Mittún 3
Sveinur Olafsson 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 7/31: 22 prosent
Aleksandar Sasha Lacok 6/12 = 50 prosent
Tekniskar villur:
Føroyar: 5
Serbia: 8
Útvísingar:
Føroyar: 1
Serbia: 5
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald