Annað

So nær við – Genturnar náddu ikki finaluna

Flogbóltur: Nevza-kappingin, U17 gentur: Føroyar – Ongland 1-3 (19-25, 19-25, 25-20, 24-26).

Tær báðar Hanna og Josefina skaraðu framúr í dag. Smíl hóast vónbrot.

Tær báðar Hanna og Josefina skaraðu framúr í dag. Smíl hóast vónbrot.

2019-10-17 06:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Vónbrotið var stórt, tá ið føroysku flogbóltsgenturnar mistu fjórða settið eftir at hava havt fleiri dystarbóltar. Tær vóru frammanfyri 24-21, men kortini endaði tað við, at tær taptu 24-26 og mistu finaluna.

Aftanfyri 2-0
Dysturin minti nógv um dystin ímóti Noregi. Okkara gentur komu afturum 2-0 í settum, og høvdu ilt við at standa ímóti serliga hørðu smashunum og skørpu servunum frá Onglandi. Tað sá einki serligt út, men havandi í huga, hvussu tað gekk ímóti Noregi, var kortini ein lítil vón, tí hesar genturnar eru nakrir pressarar.

Genturnar komu út í 3. setti heilt øðrvísi enn áður, og brátt vóru tær frammanfyri 6-1. Ongland svaraði eitt sindur aftur, men Føroyar hildu seg frammanfyri ígjøgnum settið og vunnu tað eisini sannførandi 25-20.

Ensku genturnar vóru trýstar og fingu ongantíð frið. Og sama gongdin var í fjórða setti heilt fram til 24-21.

Manglar so lítið...
24-21 var støðan, og tað skuldi bara ein vunnin bóltur til afturat. Tann bólturin kom bara ongantíð. Einki skal takast frá Onglandi, sum sanniliga spældi væl og hevur sterkt lið. Men vónbrotið hjá okkara gentum var ikki at fara skeivur av. Tær blakaðu seg í gólvið eftir síðsta bóltin, og ensku genturnar dansaðu. Grátur øðrumegin og gleði hinumegin. Soleiðis er ítrótt.

Føroysku genturnar vóru í gjárkvøldið ógvuliga vónbrotnar um at hava mist finaluna og “bara” skulu spæla um bronsuna ímóti Svøríki. Okkara gentur høvdu undan hesum dystinum vunnið alt, og høvdu heilt víst kensluna av, tær kundu havt vunnið Ongland.

So nær hava genturnar ikki verið finaluni í nógv Harrans ár.

Bronsudysturin móti Svøríki byrjar longu nú klokkan 8 føroyska tíð. Hann kann síggjast her

U17 Nevza-kappingin, dreingir: Føroyar – Noregi 0-3 (21-25, 20-25, 7-25)
Seinasti dysturin hjá dreingjunum í bólkaspælinum var í gjár spældur ímóti Noregi. Undan dystinum var longu greitt, at Hjørtur Joensen ikki fekk spælt, og tað gjørdi ikki uppgávuna lættari.

Dreingirnir fóru tó undir uppgávuna við góðu treysti. At ein so royndur leikari sum Hjørtur Joensen ikki var við, var dyggur smeitur, tí hann tryggjar altíð nógv stig og gongur undan. Serliga tá ið ringast stendur til. Men tað skal so sigast, at hinir tóku ábyrgd, tí í báðum teimum fyrstu settunum var lítil og eingin munur á.

Noreg var fyri tað mesta nakað frammanfyri, men Føroyar sleptu teimum ongantíð og høvdu sínar møguleikar líka til tað síðsta í báðum settunum.

Teir ungu
Helst yngsta uppstillingin í allari Nevza-kappingini kom á vøllin í triðja setti. Hesir dreingirnir kunnu vera við í eitt, tvey og enntá trý tey næstu árini, so tað eru góðar royndir at fáa hjá teimum. Nú vita teir, hvat skal til og hvørjum skal arbeiðast meiri við. Tað er eisini eitt av endamálunum við slíkum kappingum.

Nú er ein dystur eftir. Hann er ímóti Onglandi um fimta plássið. Tann dysturin er á skrá í dag klokkan 10 og sæst her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder