Róðrargrunnur Føroya, sum varð endurreistur í 2018, bjóðar nú aftur kappróðrarfeløgum at søkja um stuðul til at smíða kappróðrarbátar.
Í 2018 fekk grunnurin játtaðar 100.000 kr. á fíggjarlógini at útluta sum stuðul. Grunnurin gekk fimm av seks umsóknum á møti, og játtaðar vórðu fimm feløgum 20.000 kr. hvør.
Feløgini skuldu fyri 1. mars 2019 vátta, at kjølurin var strektur, skuldi stuðulin verða útgoldin. Tá freistin var úti, hevði grunnurin fingið tríggjar váttanir.
Róðrargrunnur Føroya hevur tí útgoldið 60.000 kr. av stuðulsupphæddini frá í fjør, og tær 40.000 kr., sum ikki vórðu útgoldnar, verða fluttar til í ár.
Á fíggjarlógini fyri 2019 hevur løgtingið aftur játtað 100.000 kr. til kappróðrarbátasmíð, so tilsamans eru í ár 140.000 kr. at søkja um.
Freistin at søkja um stuðul úr grunninum er 25. apríl í 2019. Treytin fyri at fáa stuðulin er, at kjølurin er strektur 1. mars 2020.
Umsóknirnar verða viðgjørdar í mai.
Seks limir stjórna Róðrargrunni Føroya. Á fundi í vikuni skipaði stýrið í grunninum seg soleiðis:
Jan Herman Hansen, formaður, ÍSF
Sigga Vang, næstforkvinna, Vinnuháskúlin
Flóvin Eidesgaard, kassameistari, Føroya landsstýri
Jacob Eli Olsen, skrivari, Føroya Lærarafelag
Anna Rein, Kvinnufelagið
Uni Arge, Føroysk Miðlafólk.
- Róðrargrunnur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald