Fótbóltur

Soleiðis verður leikt í steypakappingini hjá kvinnum

Lutakast var í 3-2 í kvøld. Mest spennandi dysturin verður fjórðingsfinalan millum Víking og NSÍ.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-26 21:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í 3-2-sendingini í sjónvarpinum var lutakast um hvussu spælast skal í steypakappingini hjá kvinnum.

1. umfar verður 9. mai, og her eru tvey lið í næstbestu deildini umframt, trekt var um hvørji tvey av Betri deildarliðunum skuldu spæla í hesum umfarinum. Tað vóru havnarfeløgini B36 og HB, og lutakastið bleiv soleiðis:

1. umfar (9. mai)
ÍF-B36
TB/FCS/Royn-HB

Annað umfar, ella fjórðingsfinalurnar, verða leiktar 2. juni.

Fjórðingsfinalur (2. juni)
AB/B71-07 Vestur
KÍ-TB/FCS/Royn ella HB
Víkingur-NSÍ
EBS/Skála-ÍF ella B36

Hálvfinalurnar verða 3. oktober og 30. oktober, og finalan verður 6. november.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder