Annað

Soleiðis verður Royal Run runnið

Fleiri enn 3.400 hava meldað seg til at renna saman við krúnprinsinum.

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-05-15 10:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Upphitingin til helst størsta rennitiltakið í Føroyum nakrantíð byrjaði fyrst í hesum árinum, tá ið tað varð kunngjørt, at Fríðríkur Krúnprinsur aftur í ár vitjar í Klaksvík. Hesaferð verður føroyski búnin tó skiftur út við renniklæðir, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri gleðir seg at taka ímóti Krúnprinsinum aftur. 

- Tað er heilt serligt, at Krúnprinsurin kemur til Klaksvíkar við Royal Run. Alt krúnprinsahúskið vitjaði okkum í fjør, og nú kemur Fríðrikur so longu aftur - tað má vera nær við eindømi, at krúnprinsurin vitjar ein føroyskan bý tvær ferðir innanfyri eitt ár, sigur Jógvan Skorheim, sum enntá væntar, at Krúnprinsurin aftur hesaferð fær eina móttøku, sum hann ongantíð fer at gloyma aftur.

- Tilmeldingarnar hava streymað inn alla tíðina, og saman við Treysti hava vit í kommununi lagt stóra orku í at skipa so væl fyri sum yvirhøvur gjørligt, soleiðis at vit øll vónandi fáa ein stóran og góðan dag saman, sigur borgarstjórin við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder