Nú er greitt hvussu spælt verður í hálvfinalunum um Løgmanssteypið. Lutakast var í ítróttarsendingini 3-2 í kvøld.
Í aðrari finaluni spæla vinnarin av B71/HB og NSÍ, og í hinari spæla Víkingur og B36.
Hálvfinalurnar verða 21. september og 2. oktober.
Lutakast var eisini um heimaliðið í finaluni, og tá gjørdist greitt, at vinnarin av hálvfinalu eitt, tað vil siga B71/HB-NSÍ, fær heimadyst í finaluni, sum verður á Tórsvølli 6. november.
Finalan verður 6. november.
Orsøkin til at B71 og HB ikki hava spælt sína fjórðingsfinalu enn, er at korona varð staðfest í HB-hópinum. Tann dysturin verður leiktur 9. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald