Tilsamans 1.864.400 krónur vórðu í dag latnar ítróttafólkum og hópum í úrvalsstuðuli fyri 2020.
Úrvalsstuðulin verður býttur av eini serligari nevnd, ið er sett til at viðgera umsóknirnar, sum koma inn. Formaður í úrvalsnevndini er Ragnar Joensen. Hinir nevndarlimirnir eru Jóhanna á Bergi, Katrin Olsen, Svanna Hanusardóttir og Páll Isholm.
Les eisini: Kontantur stuðul til okkara bestu ítróttafólk
Seinnapartin í dag bjóðaði ÍSF til eitt lítið hald í sambandi við, at stuðulin varð latin. Eftir at Jenis av Rana, landsstýrismaður við m.a. ítróttamálum, hevði hildið eina røðu, har hann hugleiddi um ítrótt, um úrmælingar og breidd, og sammetti hetta við úrslitini í nýggjastu Pisa-kanningini, fekk úrvalsnevndarformaðurin, Ragnar Joensen, heiðurin at avdúka hvør fekk stuðulin í ár.
Tær góðu 1,8 milliónirnar vórðu býttar soleiðis:
Flogbóltssamband Føroya fær 200.000 krónur, helvt um helvt til U17 dreingjalandsliðið og U17 gentulandsliðið.
Føroya Fimleikasamband fær 250.000 krónur. Rani Allanson Dalsgarð fær 150.000 og manslandsliðið í amboðsfimleiki 95.000 krónur.
Frælsur ítróttur Føroya fær 130.000 krónur. Rennarin Rebekka Fuglø fær 80.000 krónur og kastigentur fáa 50.000 krónur.
Hondbóltssamband Føroya fær 300.000 krónur til U18 dreingjalandsliðið. Hetta er sera evnaríka liðið, sum kláraði seg so væl í summar og vann European Open-kappingina, tá talan var um U17 landsliðið.
Parasport Føroya fær 150.000 krónur til triatletin Hávard Vatnhamar, hvørs størsta mál í løtuni er at sleppa til paralympisku leikirnar í Tokyo í summar.
Svimjisamband Føroya fær tilsamans 549.400 krónur, sum verða býttar soleiðis: Signhild Joensen og Vár E. Eidesgaard fáa 150.000 krónur hvør, Rókur Trygvason 122.400 krónur, Róland Toftum 97.000 krónur og eitt lið av yngri ungdómssvimjarum 50.000 krónur.
Sersambandið fyri súkkling og triathlon fær 120.000 krónur til súkklaran Torkil Veyhe.
Og lutfalsliga nýstovnaða Taekwondosamband Føroya fær 150.000 krónur til unga stigtakaran Høgna Kunoy Dávason.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald