Tvey føroysk lið eru eftir í Evropa - tvey fingu tveir dystir í summar og eru liðug. Tað hevur verið tað mest vanliga, síðani Føroyar byrjaðu at spæla í evropeisku kappingunum tíðliga í nítiárunum. At koma víðari er framvegis ikki normurin.
B36 og NSÍ vóru nakað undirtippaði í sínum dystum í Europa League, har bæði høvdu mótstøðu úr Norðurírlandi. Men tá hugsað verður um, at deildin í Norðurírlandi ikki er fylt við professionellum liðum, og at styrkistalið (koefficienturin) undan hesum dystunum var lægri enn tað hjá Føroyum, so eru úrslitini eitt vónbrot og talan er um afturstig fyri fyri føroyskan fótbólt í stóra samanhanginum, tí Norðuríralnd nú yvirhálar okkum. Tað eru tó úrslitini nøkur av undanfarnu árunum, sum hava gjørt, at føroyskur fótbóltur er komin í tronga støðu viðvíkjandi tí at varðveita fýra pláss
(Ballymena United var omaná ímóti NSÍ í undanumfarinum - Mynd: Olaf Olsen)
At liðini komu víðari kundi ikki væntast, hóast tey høvdu ein realistiskan møguleika, men tað at bert ein javnleikur kom samanlagt, og at Norðurírland fekk tríggjar sigrar í hesum fýra dystunum er ein ósigur fyri føroyskan fótbólt. Júst hetta irðaði Jákup á Borg seg m.a eisini um eftir 3-2 ósigurin í gjárkvøldið; B36 samlaði í fjør nógv kærkomin stig saman til føroyskan fótbólt, men hesaferð gekk tað tíverri ikki.
Sí samrøðuna, ið vit gjørdu við Jákup eftir dystin, her: - Eitt ógvuliga stórt vónbrot
NSÍ hevði nakrar góðar møguleikar í Norðurírlandi, men varð rakt av tveimum málum við stuttum millumbili. B36 kom í trupulleikar av fysikkinum hjá Crusaders í Belfast. Bæði liðini høvdu veruligan møguleika at vinna heimadystin og stríddust væl fyri tí. Neyleikin manglaði tó; NSÍ hevði nógvar stórar møguleikar á Svangaskarði fyri tveimum vikum síðani, og hóast teir fingu eitt javnleik, so var tað harmiligt fyri teir í gulum og svørtum og fyri føroyskan fótbólt, at tað ikki gjørdist til ein sigur. B36 fekk eina ringa byrjan í gjár, men sum fráleið vísti heimaliðið veruligar dygdir, men ov nógv mistøk kostaðu samalagt, so einki stig kom í hús í gjár.
Hesi úrslitini hava við sær, at Norðurírland hevur yvirhála okkum á samlaða listanum hjá UEFA, og vit eru í løtuni bert frammanfyri San Marino og Andorra. Fleiri stig skulu til frá HB, ið eisini hevur norðurírska mótsstøðu, og/ella KÍ komandi vikurnar, um føroyskur fótbóltur framhaldandi skal hava fýra pláss í evropeiskum fótbólti frá 2021 av. Norðurírland skal yvirhálast aftur, og vit skulu hava fatur í tveimum londum afturat.
Dystirnir hjá B36 og NSÍ ímóti norðurírskum liðum:
Europa League undanumfar:
Ballymena, 27.06
Ballymena - NSÍ 2-0
Svangaskarður 04.07
NSÍ - Ballymena 0-0
Les um dystin her
Europa League 1. umfar:
Belfast, 11.07
Crusaders - B36 2-0
Gundadalur, 18.07
B36 - Crusaders 2-3
Les um dystin her
Sí myndir frá dystinum her
Samanlagt:
2-7 yvir fýra dystir
(Tríggir ósigrar, ein javnleikur, eingin sigur)
Talan er um eitt hálvt stig til styrkismetingina útav fýra møguligum - í evropeiskum kappingum gevur ein sigur 1 stig og ein javnleikur hálvt (galdandi fyri undankappingardystir ið føroysk lið spæla). Norðurírland hevur harvið fingið 3,5 stig seinastu vikurnar og hevur yvirhála Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald