Fótbóltur

Sonni Ragnar heldur fram í hvítum

B36 hevur gjørt sáttmála við høga miðverjan fyri kappingarárið.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-28 18:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B36 hevur tryggjað sær Sonna Ragnar Nattestad kappingarárið 2023.

Hesum boðar felagið frá í dag.

Høgi miðverjin leikti við B36 í 2020, men gjørdi í 2021 eitt legg til írskan fótbólt. Í fjør kom hann aftur til B36, og nú er so greitt, at hann aftur í 2023 verður partur av B36-hópinum.

Fyrsta umfarið í landskappingini verður leikt 4. og 5. mars. B36 byrjar á útivølli móti Víkingi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder