NSÍ og KÍ taptu í gjár við tveimum málum á heimavølli og megnaðu harvið ikki at spæla seg víðari til 2. umfar í Conference League, hóast føroysku liðini høvdu staðið seg væl á útivølli.
Finska Honka Espoo skorar her sítt fyrsta av trimum málum á Svangaskarði (Mynd: Bjarni Enghamar)
Sí eisini:
3-1 og runavíkingar lidnir í Evropa
Allan K. Jepsen: Finnar vóru betri enn vit - tíverri
Myndir: NSÍ - FC Honka á Svangaskarði
Í Klaksvík varð neyðugt við longdari leiktíð - har skoraði oddaliðið í lettisku deildini móti oddaliðnum í Betrideildini, ið harvið lat eins nógv mál inn í gjárkvøldið sum higartil í landskappingini. Tað var uppá deyðbóltar, at RFS drap KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
KÍ sligið út eftir heimaósigur
Mikkjal Thomassen: - Kennist sum eitt svart hol
Jákup B. Andreasen- Veit ikki hví vit koma í hasar støðurnar
Myndir: KÍ - RFS
Harvið er HB einasta føroyska liðið, ið er eftir í evropeiskari kapping. Greipuvinnararnir taptu annars fyri Inter Club d'Escaldes úr Andorra í Champions League-undanundanumfarinum, men hetta merkir, at liðið kemur inn aftur í annað umfar í Europa Conference League. Fyrri dysturin verður leiktur hósdagin 22. juli á Tórsvølli, tá Buducnost Podgorcia vitjar. Meistaraliðið úr Norðurmakedónia tapti samanlagt 7-1 móti HJK Helsinki í 1. undanumfarinum í Champions League og fer harvið nú yvir í nýggju kappingina.
HB skal í næstu viku spæla Conference League-dyst á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)
Tveir føroyingar hava hesa vikuna spælt seg víðari í Conference League. Hjá Sonna Ragnar Nattestad og Dundalk var tað so at siga avgjørt undan dystinum í Wales týsdagin. Írska liðið vann 4-0 á Newtown á heimavølli, og á útivølli endaði tað 1-0 til Dundalk. Sonni Ragnar spældi 90 minuttir í báðum dystunum. Ole Erik Midtskogen, ið spældi fyri KÍ í fjør, og skoraði móti júst Dundalk í Europa League, kom inn í báðum dystunum. Norðmaðurin hevur spælt lítið undir nýggja venjaranum. Dundalk skal í 2. umfari spæla ímóti Levadia Talinn, ið Sonni Ragnar var við at senda út við B36 í Europa League í fjør við 4-3 sigri eftir longda leiktíð á Tórsvølli.
Gunnar Nielsen og FH spældi móti írskari mótsstøðu. Tað endaði 1-0 á Hafnarfjørðinum í síðstu viku, og harvið var stórur spenningur undan dystinum í Sligo í gjár. Skotski Steven Lennon, ið skoraði avgerandi brotsspark móti Víkingi í Champions League-dysti á Tórsvølli í 2017, skoraði tó tvær ferðir fyri útiliðið í fyrra hálvleiki, og so var so at siga avgjørt. Sligo Rovers fekk minkað um munin í 84. minutti við brotssparki, og harvið eydnaðist tað akkurat ikki Gunnari at halda málið reint annan evropeiska dystin á rað. FH tekur næsta hósdag móti Roseborg á Kaplakriki - ólavsøkudag spæla Gunnar Nielsen og á Lerkendal í Tróndheim.
Gunnar Nielsen - her til landsliðsvenjing - skal nú spæla móti Rosenborg (Mynd: Sverri Egholm)
Valur, við Heimir Guðjónssyni sum venjara, skal eisini spæla ímóti norskum liði í Conference League. Hetta er greitt, eftir at meistaraliðið varð sligið út við 2-0 tapið fyri Dinamo Zagreb í 1. umfari í Champions League í Reykjavík týsdagin. Samanlagt vunnu kroatar 5-2 á Vali - Mislav Orsic, sum tryggjaði Kroatia longda leiktíð í EM-áttandapartsfinaluni fyri 17 døgum síðani, skoraði síðsta málið í uppgerðini. Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnus Egilsson sótu á bonkinum allar 90 minuttirnar í báðum dystunum. Nú verður norska meistaraliðið Bodø/Glimt, sum eisini varð sligið út av Champions League, á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald