Fótbóltur

Sonni Ragnar ikki hug at møta upp til rættarmál

Føroyski landsliðsleikarin Sonni Ragnar Nattestad spældi heldur venjingardyst enn at møta upp í rættinum. Hann er vitni í einum máli um neyðtøku.

Sonni Ragnar Nattestad (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Sonni Ragnar Nattestad (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-02-14 00:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyski landsliðsleikarin Sonni Ragnar Nattestad, sum spælir við FC Fredericia í næst bestu donsku deildini, er komin í miðlarnar í kvøld. Ikki fyri fótbólt beinleiðis, men tí, at hann ikki møtti upp til ein rættarfund, sum snýr um neyðtøku.

Tað skrivar danska Tipsbladet sum endurgevur norska Josimar fyri søguna.

Rættarmálið snýr seg um fyrrverandi Molde-spælaran Babacarr Sarr, sum er ákærdur fyri neyðtøku, og í hesum sambandi er Sonni Ragnar Nattestad kallaður inn sum lyklavitni. Men trupulleikin var, at Sonni Ragnar møtti ikki upp.

Sambært miðlinum Josimir avgjørdi landsliðsleikarin heldur at spæla venjingardysti móti triðjudeildarliðnum Middelfart.

Rættarmálið er tí útsett óásetta tíð, og orsøkin er, at Sonni Ragnar í sambandi við at hann ikki møtti upp, hevði sagt, at hann heldur ynskti at spæla dystin móti Middelfart enn at møta upp í rættinum.

Um Sonni Ragnar Nattestad framyvir eisini noktar at møta upp, er møguleiki fyri at løgreglan kemur eftir honum. Tað er ein borgaraskylda at møta upp til rættarfund, sigur Tipsbladet.

Sonni Ragnar Nattestad skrivaði fyrst í februar undir sáttmála við FC Fredericia. Seinastu tíðina hevur hann annars leikt við norska Molde.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder