Annað

Sótu millum áskoðararnar fyri at fáa Merkið við

Føroyska ferðaliðið í European Youth Olympic Festival gjørdu sítt fyri at Merkið skuldi síggjast.

Mynd: ÍSF

Mynd: ÍSF

2019-07-22 11:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í gjár var Opening Ceremony í European Youth Olympic Festival. Millum luttakararnar á EYOF er seks føroyskir luttakarar. Fimm teirra luttaka í svimjing, meðan ein luttekur í Judo.

Men tá Opening Ceremony var í gjár, var eingin á føroyska ferðaliðinum at síggja millum íðkararnar. Føroyska ferðaliðið sat millum áskoðararnar.

Avgerðin at sita millum áskoðararnar varð tikið av føroyska ferðaliðinum. Orsøkin var, at tað var einasti møguleiki fyri at fáa Merkið við. Myndin ovast í greinini er tikin uttanfyri Chrystal Hall, har setanin fór fram. Bólkurin sat ikki saman, og bar tí ikki til at fáa felagsmynd frá áskoðaraplássunum.

Ítróttasambandið sigur, at Føroyar jú ikki eru limir í IOC, og sostatt heldur ikki EOC, sum fyriskipar EYOF (European Youth Olympic Festival). Til kappingarnar í svimjing og judo eru føroysku íðkararnar tó eyðmerktir sum føroyingar. Tað stendur FAR útfyri nøvnunum, umframt Merkið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder